Hon doyði í eldgosinum í Ný Sælandi

Familjan hevði leingi spart sær pening saman til ferðina. Tvær systrar og pápin vóru á gosoynni, og mamman var eftir umborð á ferðamannaskipinum

 

Rektarin segði, at Krystal Eve Browitt var ein "vøkur sál".

Rektarin segði, at Krystal Eve Browitt var ein "vøkur sál".

 

21 ára gamla, Krystal Eve Browitt, sum las til djóralækna, er millum tey 18, sum higartil eru staðfest deyð í eldgosinum, sum herjaði oynna, White Island í Ný Sælandi. Túrurin hjá familjuni, sum er úr Melbourne, endaði í einari vanlukku, tá gosfjallið á oynni fór at goysa.

Umframt tey 18, sum higartil eru staðfest deyð, verða 20 fólk viðgjørd fyri álvarsligar skaðar eftir óhugnaligu hendingina seinasta mánadag. Krystal Eve Browitt er sambært BBC fyrsta líkið, sum er eyðmerkt í vanlukkuni, og hetta er gjørt í samráð við familjuna.

Saman við familju síni fór Krystal Eve Browitt at vitja oynna. Pápi hennara, Paul og systirin, Stephanie, liggja bæði á sjúkrahúsi við álvarsomum skaðum eftir hendingina. Familjan var við einum cruise-skipi, og mamman var verandi eftir umborð á skipinum.

Browitt-familjan hevði leingi savnað sær pening saman fyri at hava ráð til at gera hesa cruise-ferð. Rektarin á skúla, har Krystal Eve Browitt hevur gingið, sigur, at gentan var ein "vøkur sál", og á Facebook-síðuni hjá henni sæst týðiliga, at áhugin fyri dýrum er stórur.

##med2##

Norska kringvarpið NRK skrivar, at myndugleikarnir í Ný Sælandi hava bílagt eina ávísa nøgd av húð til tess at viðgerða tey raktu, sum eru á lívi, móti brunaskaðum. Einki fólk býr á gosoynni, White Island, men hon hevur verið nógv vitjað av ferðafólki.

Kavarar hava leitað í sjónum eftir líkum, men sýnið hevur verið ógvuliga vánaligt, og kavarar hava bert sæð ein metur fram í sjónum. Fríggjadagin vórðu seks lík funnin, sum eru send til Auckland til eyðmerkingar.

Forsætisráðharrin í Ný Sealandi, Jacinda Ardern, varð fríggjadagin spurd, hví fólk yvirhøvur sleppa at vitja á White Island. Hon segði, at spurningurin verður svaraður, men í fyrsta lagi helt hon, at eisini miðlarnir eiga at virða ta støðu, sum raktu familjurnar eru í.

Sagt verður, at tilsamans 47 fólk vóru á oynni, tá gosfjallið fór at goysa, 24 úr Avstralia, níggju úr USA, fimm úr Ný Sælandi, fýra úr Týsklandi, tvey úr Kina, tvey úr Stórabretlandi og ein úr Malaysia.

##med3##

Rektarin segði, at Krystal Eve Browitt var ein "vøkur sál".

Her savnaðust fólk í royndini at sleppa av oynni og undan eldgosinum.

Eingin býr á White Island, men nógv ferðafólk vitja á oynni.