Hon: Fleiri føroyingar velja temaferðir

Enn er stórur áhugi í at vitja Barcelona

Enn er stórur áhugi í at vitja Barcelona

Várið er tann tíðin á árinum, tá føroyingar av álvara aftur byrja at leita sær út um landoddarnar fyri at njóta eitt sindur av frítíð.

Møguleikarnir úti í heimi eru endaleysir og háttirnar at ferðast eru næstan eins nógvir. Og eitt rák, ið er farið at gera um seg millum føroyingar, er hugurin at ferðast saman við øðrum, ið hava sama áhugamál sum ein sjálvur. Tað upplýsir Linda Karbech í Hjøllum, deildarleiðari á 62N Travel.

- Fólk dáma nokk so væl, at ferðast saman við øðrum, ið hava sama áhuga sum ein sjálvur. Tí ár selja vit í ár millum annað yogatúrar til Barcelona við føroyskum yogavegleiðara, gongutúrar í Andorra, ymiskar fótbóltsferðir, Formel 1 ferðir og eina Beatles viku í Liverpool.

Kortini er tað enn sólferðirnar, har fólk lætt og ómakaleyst kunnu flúgva beinleiðis til eitt ferðamál við Atlantic Airways, ið mest verður selt av hjá 62N. Og har er tað enn Barcelona, ið føroyingar flokkast til.

- Atlantic Airways flýgur næstan helvtina av árinum til Barcelona og er áhugin enn stórur millum føroyingar fyri katalanska stórbýnum. Flúgvingin í ár byrja longu nú á páskum og selja vit eisini rættiliga fitt av ferðum áðrenn summarferiuna. Prísurin er rættiliga lágur tá, og er kostnaðurin tann sami at fara eina viku til Barcelona og búgva á einum fýra stjørna hotelli við morgunmati, sum tað er at fara eitt vikuskifti til Danmarkar. So tað vit síggja er, at nógv vaksin fara ein túr við vinfólkunum, áðrenn tey seinni fara á feriu við børnunum, sigur Linda Karbech í Hjøllum.

Til ber at lesa meira í HON-blaðnum, har fleiri greinar eru um at ferðast úti í heimi. Hon-blaðið verður borið út til øll húskir í landinum í dag.  

Enn er stórur áhugi í at vitja Barcelona