Hon gjørdi tað hon elskaði mest

Millum tey 26, sum lótu lív í álopinum í Kismayo í Somalia fríggjadagin, var journalisturin, 43 ára gamla, Hodan Nalayeh, sum elskaði at skriva positivar søgur úr Somalia.

 

 

Saman við 25 øðrum, læt Hodan Nalayeh lív í einum sonevndum al-shabaab-álopi móti hotellinum Asasey í somaliska havnabýnum, Kismayo, sum liggur har suðuri í landinum. Tá álopið varð framt, vóru fleiri politikarar og lokalir leiðarar savnaðir á hotellinum, har valið, sum stundar til í regiónini, var til umrøðu.

Sambært tíðindastovuni AP varð álopið framt við, at ein sjálvmorðsbumbumaður fyrst koyrdi ein bil, sum var fullur av spreingievni, móti hotellinum. Eftir ógvusligu spreingingina, varð hotellið eisini álopið av í minsta lagi fýra vápnaðum yvirgangsmonnum úr bólkinum, al-Shabaab. 

- Alt var kaos inni á hotellinum. Eg sá fleiri deyð, sum vórðu borin út, og fólk lupu eisini út úr nærliggjandi bygningum, sigur Hussein Muktar, sum sambært BBC var vitni til atsóknina.

Umframt tey 26, sum lótu lív í álopinum, vórðu 56 onnur særd, sigur Ahmed Mohamed Islam, sum er leiðari fyri regiónina Jubaland, har havnabýurin Kismayo liggur. Tað var ikki fyrr enn 14 tímar eftir álopið - ella leygarmorgunin - at trygdarlið fingu tamarhald á støðuni í sundurknústa hotellinum.

- Vit halda, at fýra yvirgangsmenn vóru við í álopinum. Trygdardeildirnar hava byrgt alt økið av. Álopsmenninir vóru í somaliskum løgreglubúnum, og nú verða líkini av teimum drigin út úr hotelbygninginum, segði talsmaðurin hjá trygdardeildini, Mohamed Abdiweli, sambært NTB leygardagin.

Sum skilst á útlendskum miðlum, lótu fleiri útlendskir ríkisborgarar lív í álopinum, og sambært BBC er talan eitt nú um trý fólk úr Tansania, trý úr Kenya, tveir amerikumenn, ein breta - og kanadiska journalistin, Hodan Nalayeh og hjúnarfelaga hennara, Farid Juma Suleiman.

##med2##

Sambært familjuni hjá Hodan Nalayeh, hevði 43 ára gamla kvinnan vígt sítt lív til at fortelja umheiminum um aðrar og betri søgur úr Somalia enn tær, sum fjølmiðlarnir annars bera úr landinum.

Á síni vangamynd á netsíðuni Twitter deildi journalisturin ofta myndir av náttúru og fólki í Somalia, og hennara seinasti postur hósdagin 11. juli - dagin fyri hon doyði - snúði seg um myndir og smáar tekstir úr oynni, Ilisi.

##med3##

Eftir Hodan Nalayeh og hjúnarfelagan sita nú tvey faðir-og móðurleys børn. 

- Hon doyði, meðan hon tænti somaliska fólkinum, og hon gjørt tað, hon elskaði mest. Hon kom við íblástri og vón til somaliska fólkið við sínari søguskriving, og nú hon er farin, verður hon nógv saknað, sigur familja hennara í einari útsøgn á Facebook.

Sambært tíðindastovuni AP er Hodan Nalayeh fødd í Las Anod í Somalia, men saman við foreldrum sínum og 11 systkjum flutti hon seks ára gomul í 1984 til Alberta í Kanada. Í Kanada stovnaði hon tíðindasíðuna - Integration TV - sum vendi sær til somaliskar lesarar kring heimin.

##med4##

 

 

Soleiðis sá hotellið út eftir álopið. Mynd: AFP