Norska løgreglan heldur ikki, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd við fíggjarligum endamáli. - Hon er dripin, heldur kanningarleiðarin.

Hon kann vera dripin heima við hús

Kriminalteknikarar hava funnið teknisk spor í heiminum, sum benda á, at Anne-Elisabeth Hagen kann hava verið fyri einari valdsgerð.

 

 

Norska løgreglan heldur ikki, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd við fíggjarligum endamáli. - Hon er dripin, heldur kanningarleiðarin.

 

VG í Noregi skrivar, at kriminaltekniskar kanningar nú hava leitt løgregluna á eitt ástøði, sum sigur, at norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, kann vera dripin í heimi sínum longu hin 31. oktober í fjør, og at líkið síðan er beint av vegnum av einum ella fleiri ókendum brotsmonnum.

Tað hevur verið ein gáta fyri løgregluna, hvussu hin 69 ára gamla sporleyst er vorðin burtur úr heiminum og umhvørvinum í Lørenskog í Noregi. VG skrivar, at heilt síðan í mars í ár hevur løgreglan ikki vilja svarað spurninginum, um nakar er undir illgruna í málinum.

Eftir at ástøðið ta fyrstu tíðina var, at ríkmanskonan varð rænd við fíggjarligum endamáli, hevur norska løgreglan seinni broytt sítt ástøðið og heldur, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin. Tískil verður málið nú kannað sum drápsmál.

VG skrivar, at tað, sum kriminalteknikarar hava funnið í heiminum í Lørenskog, hevur sítt grundarlag í gjølligari og neyvari kriminaltekniskari gjøgnumgongd av húsinum, og hetta varð gjørt í loyndum hin 2. november í fjør.

Í brævinum, har krav verður reist um loysigjald á níggju miljónir evrur, er eisini ein hóttan, sum sigur, at lívið hjá Anne-Elisabeth Hagen er í vanda, um familjan fór til løgregluna við málinum. Tískil fóru áðurnevndu kriminalteknisku kanningar á ognini fram í loyndum.

Løgreglan gjørdi eisini yvirskipaðar kanningar á ognini longu sama dag, sum ríkmanskonan hvarv, og áður hevur verið skrivað um, at løgreglan undir hesum kanningum fann spor í baðirúminum, sum benda á, at Anne-Elisabeth Hagen er drigin eftir gólvinum.

Kanningarleiðarin í málinum, Tommy Brøske, sigur við VG, at løgreglan kann ikki útiloka, at Anne-Elisabeth Hagen kann vera dripin í heimi sínum. - Vit hava allar møguleikar opnar - og eisini spurningin um, hvar drápið møguliga er framt, sigur kanningarleiðarin.

Spurdur, hvørji sporini eru, sum kunnu benda á, at ríkmanskonan kann vera dripin í heimi sínum longu hin 31. oktober í fjør, sigur Tommy Brøske, at tað vil hann ikki gera viðmerkingar til, og hann vil einki siga um, hvørji spor kunnu vera tryggjað í heiminum í Lørenskog.

##med2##

 

 

 

Norska løgreglan heldur ikki, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd við fíggjarligum endamáli. - Hon er dripin, heldur kanningarleiðarin.

Anne-Elisabeth Hagen og maður hennara, miljarderurin, Tom Hagen.