Hon valdi Grønland heldur enn Føroyar

- Eg eri so fegin - úr enda í annan - um Grønland. Tað er fantastiska spennandi at arbeiða fyri Tele Greenland eins væl og fyri Nuna Oil, sigur Stine Bosse, ið gevst sum nevndarforkvinna í BankNordik.

Stine Bosse hevur ongar ætlanir um at gevast í Tele Greenland og Nuna Oil.

Stine Bosse hevur ongar ætlanir um at gevast í Tele Greenland og Nuna Oil.

 

- Tað eru persónlig viðurskifti, sum hava gjørt, at eg eri noydd at prioritera mítt privatlív hægri og samstundis minka um mítt stjórnararbeiði. 

Tað sigur Stine Bosse, sum hevur gjørt av at gevast sum nevndarforkvinna í BankNordik, tá bankin fer at hava sín árliga aðalfund í mars.

Nú hon gevst, hevur hon verið nevndarforkvinna í bankanum í fimm ár.

Samstundis, sum hon hevur valt at gevast í BankNordik, hevur hon ongar ætlanir um at gevast sum nevndarforkvinna í Tele Greenland og Nuna Oil.

Sermitsiaq hevur skift orð við Stine Bosse, og tá hon verður spurd, um hon ætlar at gevast í Grønlandi eisini, er hon sambært blaðnum rættiliga avgjørd:

- Nei, avgjørt ikki. Eg eri so fegin - úr enda í annan - um Grønland, og eg haldi tað vera fantastiska spennandi at arbeiða fyri Tele Greenland eins væl og fyri Nuna Oil.

Hon viðgongur, at tað sjálvsagt verða eigararnir - grønlendska sjálvstýri - sum í síðsta enda gera av, um hon skal halda fram sum nevndarforkvinna í báðum feløgunum.

- Men, verður tað hennara egna avgerð, er eingin ivi um, at hon hevur valt Grønland fram um Føroyar, skrivar Sermitsiaq.

Sjálv sigur Stine Bosse tað soleiðis:

- Eitt er vist. Eg havi ongar ætlanir um at gevast í hesum báðum feløgunum, sigur hon avgjørd við Sermitsiaq.

##med2##

 

 

Stine Bosse hevur ongar ætlanir um at gevast í Tele Greenland og Nuna Oil.

Soleiðis skrivar Sermitsiaq um avgerðina hjá Stine Bosse at gevast í BankNordik.