Honda steingir verksmiðju í Bretlandi

Bilídnaðurin í Bretlandi er merktur av stórum ótryggleika nú skilnaðardagurin við ES nærkast

Ritzau/Scanpix

Ritzau/Scanpix

Bilídnaðurin í Bretlandi er merktur av stórum ótryggleika nú skilnaðardagurin við ES nærkast.

 

Japanski bilaframleiðari Honda hevur ætlanir um at steingja verksmiðju sína í bretska býnum Swindon.

 

Tað upplýsa keldur fyri sjónvarpsstøðunum Sky News og BBC.

 

3500 fólk starvast hjá Honda á verksmiðjuni í Suðuronglandi. Tað er einasta verksmiðjan hjá japanska bilrisanum í ES.

 

Almenna fráboðanin frá Honda kann koma í morginári. Verksmiðjan skal eftir ætlan lata aftur í 2022, upplýsir Sky News.

 

Tað eydnaðist ikki Sky News at fáa upplýsingarnar váttaðar frá bilverksmiðjuni.

 

Heldur ikki bretska vinnumálaráðið vil gera viðmerkingar til upplýsingarnar, skrivar Reuters.

 

Men ein lokalpolitikari sigur, at hann hevur hitt vinnumálaráðharran og umboð fyri Honda, sum hava váttað tíðindini fyri honum.

 

– Tað er ikki brexit, sum er orsøkin. Avgerðin er tikin út frá altjóða marknaðinum. Tey vilja konsolidera framleiðsluna í Japan, sigur politikarin, Justin Tomlinson, sum sjálvur atkvøddi fyri brexit í 2016, við Reuters.

 

Um verkmsmiðjan letur aftur, verður tað ein dyggur smeitur fyri bretska bilídnaðin. Frammanundan valdar ótryggleiki um, hvat framtíðin hevur at bjóða, tá bretar eftir ætlan fara úr ES síðst í næsta mánaði.

 

Í januar boðaði Honda frá, at felagið fer at lata verksmiðjuna aftur í seks dagar í paríl. Tað var fyri at bøta um óreglusemi ella avbrótingar, sum máttu komið í tíðini eftir brexit, skrivar BBC.

 

Í fjør segði varstjórin í Honda í Evropa, Ian Howell, at um Bretland fer úr ES uttan avtalu, fer tað at kosta felagnum eina tveysiffraða milliónaupphædd í bretskum pundum, skrivar BBC.

 

Honda framleiddi í fjør nakað oman fyri 160.000 bilar á verksmiðjuni í Swindon, har tey millum annað framleiða Civic-modellið.

 

/ritzau/