Hongkong: Mótmælisfólkini eru fólksins fíggindi

Politiski leiðarin í Hongkong, Carrie Lam, finst harðliga at mótmælisfólkunum, sum eru endað í ógvusligum samanbrestum við løgregluna seinastu dagarnar.

Ein mótmælismaður við masku fyri andlitið varð skotin í bringuna av løgregluni.

Støða hansara er ring, men sambært CNN er hann uttan fyri lívsvanda nú.

Sambært Carrie Lam rættvísgera krøvini frá mótmælisfólkunum ikki longur harðligu samanbrestirnar í Hongkong. Hon legði afturat, at mótmælisfólkini eru fólksins fíggindar.

Umframt skottilburðin var ein annar ógvusligur tilburður í Hongkong. Ein maður varð oystur undir í bensini av einum manni, sum fjaldi andlitið. Síðani varð eldur settur á mannin. Tilburðurin varð filmaður og lagdur á netið.

 

/ritzau/AFP