Hongur ikki saman

Formaðurin í Lærarafelagnum øtast broytingarnar í fólkaskúlalógini, sum toga í hvør sína ætt.

Mynd: Føroya Lærarafelag / Ólavur Frederiksen

Mynd: Føroya Lærarafelag / Ólavur Frederiksen

Lógarbroytingar fyri komandi skúlaár heimila skúlaleiðslunum at stytta um dagarnar hjá fólkaskúlanæmingum við tveimum undirvísingartímum um vikuna. Samstundis verður samfelagsfrøði ein lógarkravd lærugrein í hádeildini við tveimum undirvísingartímum um vikuna.

- Tað, sum eg undrist á við hesum báðum lógarbroytingum í mun til hádeildina, er, at um somu tíð sum frágreiðingin til aðalorðaskiftið grundgevur fyri, at skúladagurin hjá næmingunum í hádeildini er ov langur, og at lógarheimild verður givin at taka tveir tímar av lógarkravda undirvísingartímatalinum til annað virksemi í flokkinum, so verður ein bóklig lærugrein við tveimum undirvísingartímum um vikuna løgd afturat í hádeildini. Hetta hongur ikki saman, skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags í oddagreinini í Skúlablaðnum.

Hann vísir á, at samfelagsfrøði var royndarkoyrt seinastu tvey árini, og hóast semja var í skúlunum um, at lærugreinin átti sítt pláss á skemanum, varð víst á, at skúladagurin við eini eyka lærugrein gjørdist ov langur. Harafturat verður mett, at innihaldið í samfelagsfrøði undirvísingini viðger nógv av somu økjunum, sum longu liggja í námsætlanunum fyri landafrøði og søgu/samtíð, men fyri komandi skúlaár er innihaldið kortini ikki tillagað hvørt annað.

- Lógarbroytingarnar draga sostatt í hvør sína ætt. Tað hevur einki skúlapolitiskt kjak verið, har politikarar hava tikið lærarar og leiðslur við upp á ráð um hesar broytingar, skrivar formaðurin fyri Lærarafelag Føroya.

Við broytingunum heldur Jacob Eli, at politiska valdið hevur sýnt manglandi dirvi at taka fak av skemanum, tá ið tey ongar trupulleikar hava av at leggja afturat.

- Eg haldi, at tá Løgtingið leggur eina lærugrein afturat í hádeildini, so eiga tey eisini at hava dirvi at siga, hvat so skal burtur av tímatalvuni. Tað gongur ikki bara at leggja afturat, skrivar Jacob Eli S. Olsen.

Mynd: Føroya Lærarafelag / Ólavur Frederiksen