Hópfíggingarportalurin stuðlar nýggjum verkætlanum

Í gjár varð nýggi hópfíggingarportalurin alment varð tikin í nýtslu í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Talan er um ein pall, har íverksetarar sjálvir marknaðarføra síni hugskot og finna sær stuðlar, kundar og íleggjarar og soleiðis fáa reiðan pening til at fíggja sína framleiðslu

Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Tað eru Vinnumálaráðið, saman við Íverksetarahúsinum, Visit Faroe Islands og Vinnuframagrunninum, ið hava tikið stig til portalin, sum Íverksetarahúsið hevur átikið sær at menna og reka.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, tendraði fyri hópfíggingarportalinum og fegnaðist í røðu síni um henda nýggja fíggingarmøguleika, sum hann helt vera spennandi, millum annað tí at talan ikki er um almennan stuðul.

– At fólk taka seg saman fyri at stuðla nýggjum virksemi er gamalt, og hópfíggingar-skipanir minna ikki sørt um, tá ið fólk fyrr tóku seg saman og gingu hús úr húsi í Føroyum, fyri at fíggja eitt nú skip og flakavirki. Nógv vóru tá, sum stuðlaðu verkætlanunum, ikki fyri egnan vinning, men heldur tí, at tey vildu stuðla nýggjum virksemi og vera við til at skapa grundarlag fyri nýggjum arbeiðsplássum og menning, segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum.

Nú ber til at gera tað sama á netinum, vísir landsstýrismaðurin á.

– Tá ið fólk stuðla verkætlanum á hópfíggingarpallum er tað í stóran mun av forvitni og av áhuga fyri íverksetan. Tey fegnast um tað nýggja, sum er í umbúna, og tey vita, at við at keypa á hesum pallunum eru tey við til at stuðla nýskapan og menning í samfelagnum. Afturfyri fáa tey eisini annað og meira burturúr enn bert vøruna, sum tey játta at keypa. Tey verða ikki bara kundar, men ein partur av menningini, og tað er teimum fyri at takka, at verkætlanin gerst veruleiki, segði landsstýrismaðurin.

Fleiri verkætlanir eru klárar á hópfíggingarportalinum, nú hann alment er tikin í nýtslu, og fleiri teirra byrjaðu at fáa stuðul, longu hesa løtuna, meðan tiltakið í Íverksetarahúsinum fór fram, skrivar Vinnumálaráðið.

Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið