Hópin av fólki á Sjómannadegnum

Í góðveðrinum í morgun høvdu nógv fólk leitað sær út í Klaksvíksgarðin at vera við til vækomurøðuna hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra, har Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum síðani setti Føroya Sjómannadag.

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Áðrenn handanina av heiðursmerkum til bestu skip og bátar í Føroyum, varð Ellendur Abrahamsen, skipari á Tjaldrinum og Ólavi Halga í ein “mansaldur” – sum eisini í nógv ár var formaður fyri Skipara og Navigatørfelag, heiðraður fyri trúgva og drúgva tænastu – Sjómanninum og trygd hansara at frama. Hann fekk eina vakra blómusamanseting og ein ferðaseðil við Atlantic Airways frá Føroya Sjómannadegi. 

##med2##

Ikki er at gloyma stóra kaffiborðið, sum stóð á bryggjuni niðanfyri Fornminnasavnið, har fólk gingu til og frá – væl sett við kaffi, te, kakao, sunkist, sjómannabollum og vinarbreyði.

Um tað ikki var nóg mikið, so stóðu fleiri kør við ísi og Jolly Cola-dósum – tað var bara at fáa sær.

##med3##

Langt fyri tíð byrjaði fólk at savna seg framman fyri Fisk & Chips-búðina hjá Hanus, sum man vera eitt av hæddarpunktunum, tó at til bar at fáa grindabúffar, laks og royktan makrel og mikið annað í mongu búðunum á havnalagnum.

##med4##

Og so er alt ókeypis afturat – Fantastiskt! Afturat tí er veðrið gott og rættiliga lítt.

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##ms##

Tekst & Myndir: Dávur Winther