Hósvík fær nýggjar bátabrúgvar

Umstøðurnar við bátahylin í Hósvík eru rímiliga góðar, og nú eru so eisini nýggjar brúgvar keyptar, sum skulu leggjast út í verandi hyl.

 

 

 

Í Sunda kommunu hava tey dagført bátahyljarnar í kommununi, soleiðis at í hyljunum er nú bæði el og vatn. Onkrir hyljar eru meira at rokna sum bátahavnir til útróður, og soleiðis er eitt nú í Oyrarbakka, har nakrir heimahoyrandi bátar rógva út. Í Hvalvík er bátahylurin meira skipaður sum ein bátahavn til frítíðarbátar, og soleiðis er eisini í Hósvík, har umstøðurnar nú skulu gerast enn betur.

Tá regatta plagar at vera í Sundalagnum nakað eftir ólavsøku, fyllist bátahylurin í Hósvík við bátum. Vanligt er, at regatta’in fer av Eiði til Hósvíkar seint seinnapart fríggjadag, og tá kvøldið kemur, er matur og dansur á skránni í bygdarhúsinum í Hósvík.

Í neystum við havnalagið í Hósvík er tónleikur, og her verður ymiskt selt. Her plagar bæði at vera bakstur og okkurt leskandi til gestirnar. Regattasigling er fríggjakvøld - dagin fyri ovastevnu - og tá gestirnir í Hósvík morgunin eftir ballið hava etið morgunmat í bygdarhúsinum, er vanligt, at fleiri bátar stevna úr Hósvík og út til Nólsoyar á ovastevnu.

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at umstøðurnar við bátahylin í Hósvík eru rímiliga góðar, og nú eru so eisini nýggjar brúgvar keyptar, sum skulu leggjast út í verandi hyl. - Í býráðnum hava vit okkara hugsanir um, hvussu hetta skal gerast, men vit ynskja eisini at taka bátafelagið í bygdini við upp á ráð.

Hann sigur, at hetta hevur drigið nakað út, og tískil er ikki væntandi, at nýggju bátabrúgvarnar koma út í hylin at liggja fyri regattasiglingina í august. Borgarstjórin vísir tó á, at tað eisini er ógvuliga ivingarsamt, um nakað stórt regattatiltak yvirhøvur verður í Hósvík í ár.

- Hetta veldst ivaleyst eisini um, hvussu korona-støðan verður, sum summarið gongur, leggur Heðin Zachariasen aftrat. Tað er annars Hósvíkar Róðrarfelag, sum í fleiri ár hevur skipað fyri regattasigling í Sundalagnum.

##med2##

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.