Hotel Hilton letur upp í septembur

Tað verður ikki fyrr enn í september mánaða, at nýggja Hotel Hilton í Havn letur upp

Nýggja Hotel Hilton letur upp einaferð í september, sigur Martin Restorff, stjóri

Nýggja Hotel Hilton letur upp einaferð í september, sigur Martin Restorff, stjóri

Fyri kortum lat nýggja Hotel Brandan dyrnar upp á fyrsta sinni, og nú er so greitt, at hitt nýggja hotellið í høvuðsstaðnum, Hotel Hilton, letur dyrnar upp í september.

- Um alt gongur eftir ætlan, og tað vænta vit, so lata vit upp einaferð í september. Vit kundu havt latið upp eitt sindur fyrr við avmarkaðum kapasiteti, men vit velja heldur at bíða, til alt hotellið er liðugt og klárt at taka ímóti gestum, sigur Martin Restorff, stjóri á Hotel Hilton.

Hann greiðir frá, at tað er koronafarsóttin, sum hevur ført til, at hotellið er nakrar mánaðar seinkað.

- Vit hava bíðað eftir innbúgvi, sum skuldi koma úr Bretlandi, og tað er tað, sum hevur seinkað okkum, sigur Martin Restorff.

 

 

Nýggja Hotel Hilton letur upp einaferð í september, sigur Martin Restorff, stjóri