Hóttur eftir lívinum fyri at tosa um grindadráp

Fleiri av teimum somu fólkunum, sum siga seg vilja verja djóralív, eru eisini sinnað at taka menniskjalív. Tað kann í øllum førum staðfestast út frá teimum mongu drápshóttanunum, sum amerikanski føroyavinurin, Matthew Workman, hevur fingið frá grindamótstøðufólki

Matthew Workman (Mynd: Kai Bergmann / Performance Photography)

Matthew Workman (Mynd: Kai Bergmann / Performance Photography)

"Eg komi og stingi ein krók í høvdið hjá tær og fari at hyggja, meðan tú bløðir til deyða á sandinum. Tá skulu vit nokk síggja, hvør tann størri maðurin er."

Líknandi boð full við illbønum hevur amerikumaðurin Matthew Workman javnan fingið seinastu 10 árini. Hann hevur síðan 2009 tosað um Føroyar og føroysk viðurskifti í sínum fjølbroytta og livandi poddvarpi, sum eitur Faroe Islands Podcast. Har hevur hann javnan umrøtt grindadráp, har hann eitt nú hevur tosað við serkøn um grindadráp, eins og hann eisini hevur tikið upp, meðan hann hevur verið til staðar á sandinum.

- Eg havi ikki tal á, hvussu nógvar drápshóttanir eg havi fingið higartil, sigur Matthew Workman.

Les langa samrøðu við amerikanska føroyavinin í Sosialinum, sum er komin út í dag. 

Matthew Workman (Mynd: Kai Bergmann / Performance Photography)