Hovs kommuna 100 ár í dag

Í dag, 1. oktober 2020, eru tað 100 ár síðani at Hovs kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna, tá kommuna fór burturúr Porkeris og Nes-Porkeris sókn, og gjørist sjálvstøðug kommuna og sókn.

 

Korona-støðan førdi við sær, at 100 ára dagurin í Hovi varð hildin heldur annarleiðis. Tí Hovs kommuna hevur í dag givið hvørjum húski eina lagkøku, umframt at allir borgarar fingu eitt gávukort á 3-rættir, veit Suðurrás at siga.