Hoyrdu neyðarróp – men funnu einki

Løgreglan leitaði meiri enn ein tíma

Tíðliga í morgun ringdu sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum til løgregluna at boða frá, at tey hoyrdu onkran rópa eftir hjálp uttanfyri.

Løgreglan fór mannsterk at leita við trimum patruljum og hundum og setti stórleiting í verk.

Tey leitaðu í meiri enn ein tíma allastaðni fram við sjóvarmálanum allan vegin niðan fyri Landssjúkrahúsið, í Álakeri á Eystaru Bryggju, í Vágsbotni og allan vegin fram við, heilt út á Molan.

Men tá ið tey høvdu leitað í ein góðan tíma, uttan at finna nakað, og uttan at hoyra nakað, varð leitingin avblást.