Huawei: Føroyar yvirhálar Danmark á 5G

Huawei og Føroya Tele avdúka nú, at tey í felag hava havt ta fyrstu samrøðuan gjøgnum nýggja 5G netið í Føroyum, sum er veitt av Huawei. Seinni í summar væntar Huawei, at 5G er tøkt hjá kundum á ávísum støðum hjá Føroya Tele.

Hesi tíðindi skrivar tíðindastovan Ritzau í morgun úr tíðindaskrivi frá Hugawei:

»Nógvir danir seta Føroyar í sambandi við vakra náttúru, fiskivinnu og laksaaling, men nú er greitt, at Føroyar yvirhálar Danmark á einum týdningarmiklum tøkniøki, 5G. Tann fyrsta veruliga royndin er framd á 5G netinum. Huawei, sum er ein av heimsins førandi framleiðarum av 5G tøkni, hevur latið útgerðina, og tá Føroya Tele og Huawei hava arbeitt tætt saman síðani 2015, var tað nátúrligt at halda fram við samstarvinum viðvíkjandi 5G.

##med2##

– Vit hava ein sterkan samstarvsfelaga í Huawei, sum vit nú hava samstarvað við í fleiri ár, og eg gleði meg til at taka nýggju tøknina í brúk. Føroyar verða enn betri knýttar – bæði millum oyggjarnar og við umheimin, sigur Eva Skeel Nolsøe, marknaðarstjóri á Føroya Tele.

Ritzau skrivar, at Føroyar hava nógvar landafrøðingar avbjóðingar í sambandi við fullan mobildekning, tá fjøll eru allasttaðni. Kortini hava Føroyar havt sera góðan mobildekning í nógv ár.

– Seinastu árini eru føroyingar vanir við sera høga góðsku á farsamskifti. Sjálvt um vit liggja í Norðuratlantshavi, sum fyri mong kann virka sum in the middle of nowhere, so kennist tað ikki soleiðis hjá føroyingum. Við 98,6 prosent 4G dekningi av land- og havøki kunnu føroyingar hava samand sínamillum og við restina av heiminum, um teir eru á onkrum fjallatindi ella í einum undirsjóvartunli, greiða Eva Skeel Nolsøe frá.

Hjá Huawei eru tey eisini hugtikin av at hava havt hesa frystu 5G samrøðuna.

##med3##

– Vit eru sera fegin um saman við Føroya Tele at fáa Føroyar eitt týdningarmikið stig nærri øllum teimum møguleikum, sum eru í 5G. Hendan væleydnaða royndin merkir, at Føroya Tele skjótt kann bjóða handilsliga nýtslu av 5G tøkni, greiðir Mads Rasmussen, tekniskur stjóri hjá Huawei, frá.

Fyrsta 5G samrøðan í Føroyum varð framd klokkan 14:23 tann 6. juni á heimsins skjótastu telefon, Huawei Mate 20X. Tað var eisini við hesari telefon, at Huawei og Føroya tele máldu eina downloadferð upp á 1GB/sek. Tað vil siga, at nýggja 5G netið er næstan 10 ferðir skjótari, enn tað sum vit kenna frá 4G.«

##med4##

##med5##