Huawei-stjórin ávarar Norra

Politikkur og handil skulu ikki blandast

Kinesiski tøknirisin Huawei er seinasta árið endað í miðdeplinum í handilskrígnum millum USA og Kina, ið millum annað hevur ført til, at USA hevur sett kinesisku fyritøkuna á svartalistan.

Samstundis hevur USA heitt á fleiri sameind lond, um ikki at brúka nýggju 5G-tøknina hjá kinesisku fyritøkuni, tí stúrt verður fyri, at fyritøkan kann brúkast at njósnast fyri kinesisku stjórnina.

Eitt av teimum londum, ið hevur valt at vrakað Huawei er grannalandið fyri eystan Norra. Í oktober gjørdist greitt, at norska telefelagið Telia vrakaði Huawei og valdi í staðin svensku fyritøkuna Ericsson byggja nýggja 5G-netið.

Men í samrøðu við norska kringvarpið NRK ávarar Ren Zhengfei, stjórin í kinesiska felagnum, nú norðmenn móti at blanda politikk og handil saman.

- Eg haldi ikki, at man skal blanda keyp av vørum og tænastum grundað á politisk viðurskifti. Vørur knýttur at infrastrukturi hevur langa lívstíð. Um tú ert aftanfyri í byrjanini, verður tað trupult at innheinta leiðsluna, sigur Ren Zhengfei við NRK.

Stjórin nýtir eisini høvi til enn einaferð at vissa um, at felagið ikki veitir nakrar upplýsingar til kommunistisku stjórnina.

- Tað er ikki í okkara áhuga at gera slíkt. Allur heimurin hevði hoyrt um eitt slíkt brot. Okkara altjóða fyritøka hevði krassjað. Vit høvdu ikki megnað at rinda skuldina hjá felaganum. Vit vilja virða og tryggja talgilda fullveldið hjá Evropa og Norra, sigur Ren Zhengfei við NRK.