Huawei tikið úr bretska 5g netinum áðrenn 2027

Allir Huawei lutir skulu vera burtur úr bretska 5g netinum áðrenn 2027.

Tað hevur Oliver Dowden, bretskur mentamálaráðharri, sagt fyri bretska undirhúsinum.

Væntað verður eisini, at Dowden fer at boða frá, at forboð verður sett fyri at seta fleiri Huawei 5g lutir í nýtslu eftir 31. desember í ár. Tað fer kortini framhaldandi at bera til at nýta 2g, 3g og 4g lutir frá Huawei.

Stríð hevur verið í konservativa flokkinum í fleiri mánaðir um nýtsluna av Huawei tøkni í bretska 5g netinum. Stjórnin hevur áður givið loyvi til, at Huawei kann standa fyri 35% av 5g netinum í Bretlandi, men fleiri konservativir tinglimir vilja vera við, at tað er alt ov vandamikið av loyva Huawei framat bretska telefonsundirstøðukervinum.

Bretska stjórnin hevði eisini biðið um eina nýggja trygdarmeting av Huawei frá National Cyber Security Centre, ið er partur av bretsku fregnartænastuni, og metingin gjørdi greitt, at tað var ikki trygt at lata Huawei vera partur av undirstøðukervinum, um ikki-amerikanskt framleiddir lutir skuldu setast í kervið.

Oliver Dowden gjørdi eisini greitt, at broytingarnar, sum nú eru í væntu, hava við sær, at bretska 5g netið verður seinkað tvey til trý ár, og at broytingarnar fara at hava við sær tvær milliardi pund í meirkostnaði, sum í síðsta enda kann liggja hjá forbrúkaranum.