Huawei við nýggjar supertelefon: Prísur 18.999 krónur

Nýgg snildfon er telefon og teldil í somu eind. Og prísurin er hareftir.

Nýggja faldbara telefonin hjá Huawei, sum kostar 18.999 kr í Danmark, hevur ein kvadratiskan skíggja upp á átta tummara. - Foto: Peter Nicholls/Reuters

Nýggja faldbara telefonin hjá Huawei, sum kostar 18.999 kr í Danmark, hevur ein kvadratiskan skíggja upp á átta tummara. - Foto: Peter Nicholls/Reuters

Fyri minni enn tveimum vikum síðani kom koreanski telerisin Samsung við nýggjastu útgávu av telefonini, sum kann klappast saman, Galaxy Z Flip. Hon kostar 11.700 krónur og er tað ein snildfon í avgjørt dýrara endanum.

Nú kemur so kinesiksi Huawei við eini nýggjari telefon, sum kann klappast saman, Mate Xs, sum fer at kosta 18.999 krónur í donskum handlum.

Hinvegin lovar kinesiska felagið, at tú fært eina telefon, sum á øllum økjum er betri enn tann hjá kappingarneytunum.

– Talan er um eina snildfon, sum spreingir karmarnar fyri, hvat tú kans vænta tær av eini snidfon, og hvat tú kanst við tøknini í dag, skrivar Lin Yin, sum er stjóra fyri Huawei Eonsumer Business Group Danmark.

Mate Xs hevur tríggjar skíggjar. Ein høvuðsskíggja upp á 6,6 tummar og ein sekunderan skíggja, sum er eitt ánilsi minni. Foldar tú telefonina út, fært tú ein stóran skíggja upp á átta tummar.

Tað kann samanberast við lítla iPadin hjá Apple, iPad Mini, sum hevur ein skíggja upp á 7,9 tummar.

Ein stórur munur er tó, at skíggin á einum iPad er rektangulerur, meðan skíggjarnir á foldbaru telefonunum eru kvadratiskir.

Mate Xs hjá Huawei kunnu brúkast á 5G netinum, sum merkir, at tú kansk handfara data við serliga høgari ferð. Á okkara leiðum eru vit ikki komin til 5G enn, so vit mug sláa okkum til tols við 4G netinum, sum flestu snildfonir longu kunnu brúka.

Bæði Samsung og Huawei komu longu í fjør við snildfonum, har skíggin kann foldast út, so eindin fer at minna um eina kvadratiskan teldil. Eisini amerikanska Motorola, sum kinesarar eiga, hevur eina foldbara snildfon.

Amerikanska Apple, hvørs iPhone-snið eru tey mest seldu á okkara leiðum, er enn ikki farin upp á ta alduna við faldbarum telefonum.

Felaigð hevur sambært fleiri miðlum í vinnuni søkt um patent upp á tøkni, sum kann slóða fyri eini faldbarari telefon, men enn er óvist, um amerikanski framleiðarin ætlar sær tann vegin.

 

/ritzau/

 

 

 

Nýggja faldbara telefonin hjá Huawei, sum kostar 18.999 kr í Danmark, hevur ein kvadratiskan skíggja upp á átta tummara. - Foto: Peter Nicholls/Reuters