Hugleiðingar og minnir um mammu okkara, Kirstin í Ullvøruhúsinum

Árini, vit búðu í Ullvøruhúsinum, vóru serstøk. Húsið liggur mitt í býnum, so har var ein øgilig ferðsla, tí tað var so lætt at “detta inn”. Við gleði minnast vit aftur á øll jólini, vit hildu í Ullvøruhúsinum.

 

Kirstin og langommudótturin, Lea.

Kirstin og langommudótturin, Lea.

 

Kirstin Guttesen æt hon, mamma okkara, til hon giftist pápa, Leivur Andreassen. Eftir hetta Kirstin Andreassen. Men mong mundu kenna hana sum Kirstin í Ullvøruhúsinum, tí har búði hon frá 1949-53 og aftur árini 1959-77 saman við manni sínum, Leivuri, og børnunum, Mariu og Jens, sum bæði vórðu fødd á miðhæddini. 

Hennara barndómsheim lá ikki langt haðani, bert eini 200 metrar eystanfyri, uppi á Tinghúsvegnum 22, har hon varð borin í heim 2. september 1924 sum nummar 5 í røðini av heili 11 systkjum. Lítla reyða húsið stendur har enn so eyðmjúkt, men samstundis so tignarligt og goymir eina ófatiliga ríka søgu. Summarið 1977 fluttu tey niðan í húsini á horninum millum Hoydalsvegin og Jústsgøtu, beint undir Viðarlundini. Pápi hevði gjørt sær eina hugnaliga jarnsmiðju í kjallaranum og arbeiddi har so hugagóður, líka til hann fór heim til Harran 30. oktober 2004. Mamma búði síðani einsamøll í Jústsgøtu 1 nøkur ár eftir tað, inntil hon fór niðan á Lágargarð at búgva í 2013. Hon var ein ótrúliga góð og fitt mamma, omma og vermamma. Men hon var meira umfevnandi enn bert at vera góð við síni. Hon var blíð við øll, sum komu á hennara leið og gjørdi ikki mannamun. Hon elskaði lívið, var fryntlig, hevði sunnan sans fyri skemti og var stuttlig. Og hóast hon var langt uppi í fýrsunum, var hon framvegis á bylgjulongd við ommubørnini og langommubørnini og altíð við uppá tað, sum tey høvdu í huga, um tað so var at gera stovuna um til eitt spælipláss ella fara útum at gera ein kavamann ella spæla sjónleik. 

Eitt serligt pláss í hjartanum høvdu systkini hjá henni, tey vóru jú tíggju og átta teirra fingu børn, so hon var fastur og mostur at 38 børnum. 

Árini, vit búðu í Ullvøruhúsinum, vóru serstøk. Hetta húsið lá og liggur framvegis mitt í býnum, so har var ein øgilig ferðsla, tí tað var so lætt at “detta inn”. Onkuntíð hava vit samanborið heimið hjá okkum við eina ferðsluríka jarnbreytarstøð. Har komu, aloftast ikki fráboðað, familja og vinfólk hvørt um annað av Toftum, Skálavík, Skopun og Nólsoy. Tey vóru so von at støkka inn á gólvið og vistu, at har møtti teimum henda blíða havnarkonan, sum kvikliga gyklaði ein drekkamunn, heitar vaflur og rabarbusúltutoy á borðið saman við einum hugnaligum práti, stuttligum viðmerkingum, og mangan hoyrdist hjartaligur skellilátur út gjøgnum gloppaðu vindeyguni. Serliga tá okkara mammubeiggjar komu at fáa sær morgunmat ella seinnapartskaffi – Petur, Leivur, Gunnar og Óli Jógvan – hvør stuttligari enn annar og so hugnaligir. Teir hjálptu hvørjum øðrum at mála, serliga tá onkur størri uppgáva skuldi avgreiðast her í Havnini. Elsti bróðir hennara, okkara fitti mammubeiggi Jens Guttesen, hevði serligar tónleikagávur at smíða vøkur løg, og tað hevði Leivur eisini.

Og mangan komu teir framvið og spældu nýsmíðaðu løgini fyri henni á okkara lítla Andreas Christensen pianette inni í dagligstovuni. Har hava vit mangan sitið og eygleitt hesar fittu gávuríku mammubeiggjar, har teir við klaverið sótu murrandi, floytandi og forkláraðu um forminskaðar tertsar, transponering, modulatión og hví tónleikurin nú skifti frá mol til dur. Og mamma lurtaði og nikkaði og lat sum skilti hon alt, meðan hon filmaði við einum fittum smíli yvir til okkara. Teir fingu nógv rósandi orð frá henni, sum teir eisini høvdu uppiborið, og so var klárt at fara inn í køkin at fáa sær drekkamunn og heitar vaflur og súltutoy. Alt hetta huglagið flutti við niðan í Jústsgøtu 1 á sumri 1977, tað hekk uppi í mammu og var ikki staðbundið til Ullvøruhúsið sum so. Og pápi við sínum hita og serliga skemti bara gjørdi myndina enn meiri fullkomna. Tey vóru so ólík, men allíkavæl so knýtt at hvørjum øðrum við ektaðum kærleika og vinalagi. 

Erling Guttesen var næstyngsti av brøðrunum. Hann flutti til Keypmannahavnar at búgva, tá hann var nøkur og tjúgu ár. Fínur tenorur og solosangari eins og hinir brøðurnir og óvanliga skemtingarsamur og stuttligur. Mamma og vit vitjaðu ofta Erling og familjuna um summarið, og hesar dagar saman við teimum minnast vit sum nakað heilt serligt, tí huglagið var so lætt og skemtilyndið okkara millum á somu bylgjulongd. 

Og so systrarnar hjá mammu. Elsta systirin, Maja, gift við Júst í Túni á Toftum, har vit mangan vitjaðu við mammu. Har vóru 8 systkinabørn og ógviliga rokaligt og spennandi. Gunnhild eitt ár eldri enn mamma, stóð henni serliga nær, tí hon frá smábarni av gjørdist hálvsíðugt lamin av herviligum kikhosta og hevði aðrar sjúkur at dragast við alt lívið. Her skal mamma fáa serliga nógv rós fyri at taka sær so nógv av henni við umsorgan og kærleika. Eitt sindur yngri enn mamma vóru systrarnar Brynhild og Ingrid. Eisini tær sungu so vakurt. Brynhild eina ljósa sopranrødd, so kraftmikil og klár, at hon ikki hevði smæðst burtur á einum operapalli. 

Tey vóru øll so góð við hvønn annan, og heiti kærleikin, sum bant øll systkini saman, var fyrimyndarligur og smittandi. Øll høvdu tey sett sítt álit á Jesus Kristus og valt Hann sum teirra besta vin og Harra. “Lat hitt lægra ljósið brenna” er ein sálmur um eina hending, har skip í ódnarveðri skuldi finna siglingarrennina inn í havnina, men fyri at sigla rætt skuldi ljósið frá vitanum inni á landi vera ájavnt við eitt lægri ljós niðri við sjóvarmálan. Men hetta kvøldið sóu teir bert ljósið frá vitanum. Lægra ljósið var sløknað. Skipið rendi á land, og fleiri ferðafólk druknaðu. Ein hending, kendi evangelisturin, Moody, brúkti at lýsa, hvussu stóran týdning Guds børn hava her á fold at lýsa øðrum vegin til Frelsaran. Fyri okkum var mamma eitt bjart ljós í myrkrinum, og hon læt altíð hitt lægra ljósið brenna. 

Nú um dagarnar kemur ein fløga út við 22 sangum, hon gjøgnum eitt áramál í bestu árum sang inn á band fyri Evangelisku Røddina. Tá mamma fylti 85 ár, hevði Jógvan Hammer savnað sangirnar saman í eina fløgu, sum hann hátíðarliga handaði henni á føðingardegnum. Hon var tikin á bóli, so glað, rørd og errin av fløguni, sum hon varð. 

Nú hevur Regin Bjarnastein fyri okkum framleitt fløguna í einum munandi størri upplagi. Sera góð fløga í prýðiligum fløguhúsa eru vit samd um. 

##med2##

Hendan tíðin undan jólum er nakað heilt serlig. Við gleði minnast vit aftur á øll jólini, vit hildu í Ullvøruhúsinum. Har hendi so ómetaliga nógv rundanum mammu, tí hon var ein lyklafigurur í stóru familjuni. Jólagávur skuldu keypast fyri hendan og handan, køkur og marcipankonfekt gerast, onkur sangur skuldi syngjast inn á band, og ikki minst skuldi hon hvønn dag vera gestablíð við øll, sum komu ein innkeypstúr til Havnar og løgdu leiðina framvið at heilsa uppá. Og jólaaftan, tá gásin var farin í ovnin, og heimagjørda heita reyðkálið í grýtuni luktaði so væl, vórðu vit bæði børnini send út við øllum jólagávunum til mostrarnar, mammubeiggjarnar og fastrina og øll systkinabørnini, sum búðu í Havn. Kalt í luftini, kavaflykrurnar duttu friðfult av himni, onkrar bjartar stjørnur blaktraðu á myrkabláa himmalhválvinum, og allastaðni møttu okkum heitir jólaskrýddir gluggar við hugnaligum kertilljósum og jólaperum og blítt heilsandi vaksin og børn við stórum posum helst í somu ørindum sum vit. Ein sonn euforisk kensla, sum ein ofta aftur hevur upplivað bara við at lata tankarnar renna aftur á hesa tryggu og góðu tíð saman við foreldrum okkara, sum góvu okkum hesi ríku barnaár. Og ikki minst lærdu okkum, hvør kjarnin í jólunum er, at Frelsari heimsins varð føddur í Betlehem, av sonnum hin besti gleðiboðskapur, ein kann hugsa sær. 

Mamma fór heim til Harran 20. januar 2019. Friður veri yvir minni hennara. Vit fara við hesum at takka øllum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum, og eina serliga tøkk bera vit røktarfólkinum á Heimarastovu á Lágargarði, tí tit vóru so góð við mammu og passaðu hana so væl. 

Maria og Jens

 

 

Kirstin og langommudótturin, Lea.

Guttesen systkini, aftast f.v.: Petur, Leivur, Óli Jógvan, Jens, Erling, Brynhild og Gunnar. Fremst f.v.: Maja, Kirstin Gunnhild og Ingrid.