Hugnaligar bátaradio-samrøður gjørdar umborð á "Stovuni" (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður Vilmund D. Jacobsen gjørdi við skipara, manning og ferðafólk umborð á "Stovuni" á veg av Eiði til Hósvíkar

Savnsmynd: Hósvíkar Róðrarfelag

Savnsmynd: Hósvíkar Róðrarfelag

##med2##

Bátaradioreportarin hjá FM1, Vilmund D. Jacobsen gjørdi fleiri samrøðu umborð á "Stovuni" í beinleiðis sending har siglt var av Eiði til Hósvíkar í samband við Regatta 2019 siglingina.

Vilmund D. Jacobsen prátaði við skiparan og medeigaran, Gunnbjørn Joensen, systursonin hjá Gunnbirni, John av Gørðum sum eisini fæst við ferðavinnu. Harumframt prátaði Vilmund við bæði yngri og eldri, kvinnur og menn umborð á "Stovuni".

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra allar samrøðurnar Vilmund D. Jacobsen gjørdi umborð á Stovuni í beinleiðis sending á FM1 fyrr í kvøld. 

Savnsmynd: Hósvíkar Róðrarfelag

(Samrøðurnar Vilmund D. Jacobsen gjørdi umborð á Stovuni á Regatta 2019 í beinleiðis sending á FM1)