Human Caos er ein tónleikaverkætlan hjá klaksvíkinginum Gulla Johansen, og hann hevur júst givið nýtt staklag út. Nýggja lagið hevur heitið “Winter”. Hetta er fyrsta útgávan frá Human Caos í 18 ár, og ætlanin er at geva fleiri løg út innan stutta tíð. Human Caos var við í Prix Føroyum í 2001.
Lagið verður tøkt á stroymingstænastum fríggjadagin, og til ber at hoyra lagið á YouTube nú, har sjónbandalag er lagt út.