Hummarafiskararnir fingið boð um at flyta seg kortini

Verða noyddir at flyta rúsurnar áðrenn mánadagin

Stríðið millum Bakkafrost og hummarafiskararnar í Haraldsundi hevur nú fingið eina nýggja vend.

Sólarn Isaksen, ið fiskar eftir hummara í Haraldsundi, váttar fyri Miðlahúsinum, at teir hava fingið boð um at flyta útgerðina, annars verður hon flutt av heilsufrøðiligu starvsstovu, og rokning verður send til teirra.

- Vit royna alt hvat vit kunnu at vita, um nakar instansur kann hjálpa okkum, sigur Sólarn Isaksen, sum hevur kært málið til Vinnukærunevndina.

- Málið er koyrt víðari, sakførari er uppií fyri at vita, hvat kann gerast. Men um vit ikki hava nøkur onnur boð í kvøld, so mugu vit fara at flyta útgerðina, sigur hann.

Hóast kærufreistin er fýra vikur, so hava hummarafiskararnir fingið freist til mánadagin at flyta útgerðina, hóast teir kæra ella ei. Og hetta er ikki í lagi, heldur Sólarn Isaksen.

- Fýra vikur kærutíð er so heilt í ordan, men at vit skulu taka rúsurnar vekk áðrenn mánadagin, tað skilji eg slettis ikki. Tað líkist svartasta ongum. Vanliga er, at tílíkar avgerðir steðga fyribils, um kært verður, sigur hann og leggur aftrat, at teir óttast, at verða rúsurnar einaferð fluttar, so sleppa teir ikki inn aftur á økið, tí tá fara myndugleikarnir at siga, at tá er ov seint.

Fútarætturin gav ikki Bakkafrost viðhald

Málið endaði eisini hjá fútarættinum í farna mánaða, tá Bakkafrost vildi hava hummarafiskararnar úr økinum.

Fútarætturin gav tó ikki Bakkafrost viðhald, tí bæði Sólarn og beiggi hansara Marne hava hvør sítt loyvi at seta rúsur út í økinum.

Men nú mugu teir eftir øllum at døma flyta seg kortini - í øllum førum fyribils.