Hundar úr Føroyum kappast um at vera besti seyðahundur í Evropa

Seinast vann føroyska liðið silvur

Frá vinstru eru tey Midge, Anna Sofía Fjallheim, Tummas Jacobsen, Linn, Glenn, Páll Poulsen og Køp

Frá vinstru eru tey Midge, Anna Sofía Fjallheim, Tummas Jacobsen, Linn, Glenn, Páll Poulsen og Køp

Hesa vikuna er kapping fyri seyðahundar, har 109 hundar úr øllum Evropa kappast um at verða besti seyðahundur í Evropa.

Kappingin er í Týsklandi og fýra hundar úr Føroyum eru við, saman við hundførara. Talan er um hundarnar Linn og Glenn hjá Tummas Jacobsen, hundin, Midge, við Onnu Sofiu Fjallheim og hundin, Køp, hjá Páll Poulsen.

Í morgin ári skula Køp og Páll kappast, og seinnapartin skula Linn og Tummas á vøllin.

Fyrrapartin fríggjadagin skulu Midge og Anna Sofía í kapping og seint leygardagin eiga Glen og Tummas tørn

Eyðstein Jensen, formaður í Seyðahundafelagnum sigur, at í fjør vunnu Føroyar, sum lið, silvur, so tey eru spent upp á, hvussu tað fer at gangast í ár.

Frá vinstru eru tey Midge, Anna Sofía Fjallheim, Tummas Jacobsen, Linn, Glenn, Páll Poulsen og Køp