Húsarhaldsskúlin hevur fingið tilsøgn

Ætlanin at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla er komin eitt stig víðari

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya

Ætlanin at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla er komin eitt stig víðari. Mentamálaráðið hevur latið Húsarhaldsskúlanum tilsagnarskriv, sum heimilar, at tey, við ávísum treytum, kunnu byrja projekteringina eftir skipanaruppskoti, sum var gjørt í november.

Fyrr í mánaðinum var landsstýriskvinnan Hanna Jensen saman við fólki úr Mentamálaráðnum í Klaksvík á fundi við fólk frá Húsarhaldsskúla Føroya og Klaksvíkar Kommunu um verkætlanina at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla í býnum. Fundast varð um fyriliggjandi skipanaruppskotið, og tær fortreytir, sum skulu vera í lagi, fyri at uppskotið kann góðkennast, umframt um alla tilgongdina fram ímóti byggingini.


Landsstýriskvinnan bar í vár tinginum uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja nýggjan húsarhaldsskúla, áljóðandi 21 mió. Lógin varð samtykt í løgtinginum, hin 3.mai. Síðani er málið fyrireikað nærri. Klaksvíkar kommuna fíggjar ein part av skúlabyggingini saman við landinum, og Bústaðir fíggjar búeindina.

– Skipanaruppskotið frá nov. 2018 er ein snøgg loysn, sum er staðsett í miðbýnum í Klaksvík, og sum fer at geva Húsarhaldsskúla Føroya munandi betri, størri og tíðarhóskandi hølir, sum verða bygd júst til kjarnuvirksemi skúlans, skrivar Mentamálaráðið.


Rúm verður fyri 35 næmingum í mun til 21, sum í dag rúmast á húsarhaldsskeiðnum, sum er 26 vikur og liggur frá august til februar.


Umframt hevur skúlin ein hóp av øðrum styttri og longri skeiðum innan matvørureinføri, seyming, brodering til føroyska búnan, matgerð fyri foreldur og børn og annað. Hesin parturin av virksemi skúlans fær eisini munandi betri rásarúm við nýggja bygninginum og kann verða víðkaður.


- Fundurin var sera góður. Vit komu greitt ígjøgnum allar tættirnar, og niðurstøðan var, at nú kundi Mentamálaráðið fyrireika góðkenning grundaða á skipanaruppskotið og síðani biðja um tær upplýsingar, sum skulu fyriliggja, fyri at farast kann í gongd við at projektera, sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum.

Húsarhaldsskúli Føroya fyllir 45 ár í ár, og er ein sjálvsognarstovnur, sum eldsálir og framskygd fólk í Klaksvík settu á stovn í 1974, tí ov lítið av skúla - og skeiðstulboðum vóru í Føroyum, og mangar leitaðu sær uttanlands til millum annað húsarhaldsskúla.

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya