Í gjár vórðu fyrstu sethúsini reist í nýggju útstykkingini við Hálsatjørn á Strondum. Húsini eru reist við Nónvarða, sum er navnið á niðara vegum eftir rundkoyringina.
Eigarar av nýggja býlinum eru hjúnini, Maria Eiriksdóttir og Jógvan Fríðriksson.
Tað vita tey í Sjóvar kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at tað er Norðsetur í Hvalvík, sum stendur fyri byggingini av sethúsunum.
Sjóvar kommuna, sum eisini hevur lagt nakrar myndir av húsunum út á sjovar.fo, ynskir Maria Eiriksdóttir og Jógvani Fríðriksson hjartaliga til lukku við reistu húsunum.
##med2##