Hvar er lottomillionerurin?

Eingin hevur enn sett seg í samband við Danske Spil um at fáa 15 milliónir krónur

Føroyingurin, sum í farnu viku vann 15 milliónir í lotto, hevur ikki latið við seg koma enn.

Hvørt viðkomandi ikki veit av, um hann ella hon hevur vunnið, ella um viðkomandi av onkrari orsøk bíðar við at fara eftir vinninginum, er ikki gott at vita.

Men undir øllum umstøðum hevur vinnarin ikki sett seg í samband við Danske Spil, váttar eitt umboð hjá Danske Spil fyri in.fo.

Tað var farna vikuskiftið, at Danske Spil gjørdi greitt, at ein føroyingur rakti sjey vinnaratøl á lottoseðlinum, sum varð keyptur í Kiosk Aktiv í Havn.

Hvussu er og ikki, er at vóna, at viðkomandi sum skjótast sær, at seðilin hevur vunnið, áðrenn tær 15 milliónirnar gleppa honum av hondum.