Hvar fór spæliplásið?

Síðan barnagarðurin lat aftur í Gundadali og spæliplássið bleiv til eitt parkeringsøki, hevur einki tíllíkt verið at bjóða hesum ungu í einum so virknum og sunnum umhvørvi sum Gundadalur er. Mangan hava børnini havt gleði av einum tíllíkum fríplássi, bæði tá ið stovnurin var virkin, men ikki minst um kvøldarnar og til fótbóltsdystirnar í Gundadali.

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini er blivin ein permanentur stovnur, men hevur aldrin havt nakað spælipláss knýtt at sær. Vit í foreldraráðnum hava roynt at virka fyri, at hetta skuldi blíva veruleiki, har vit hava fingið tekningar og prís fyri eina tíllíka ætlan. Sannleikin er, at upphæddin avgjørt ikki er ræðandi! Ynskið er, at fáa lagt spæliplássið við skógin aftanfyri Badmintonhøllina og yvir til tennisbanan. Her hevði verið ein brúgv um ánna, rennistrongur, parkour anlegg og mangt annað. Sum myndirnar og filmurin vísa, kundi hetta blivið ein sonn perla fyri allar borgarar ið brúka Gundadal og tí undrast vit á, at einki ítøkiligt hendir!

 

Foreldraráðið í Badmintonhøllini