Hvar vart tú tá Berlinmúrurin fall?

Heri Eysturlíð, sum hevur búð í Svøríki í nógv ár, svarar

Heri Eysturlíð fortelur soleiðis um sítt minni í sambandi við 9. november 1989, tá Berlinmúrurin fall.

- Eg sat saman við áttati øðrum svenskum manskórssangarum í flogfari úr Canada, har vit høvdu verið á kórferð í tríggjar vikur. Møguliga dvaldust vit enn við Kyrrahavs strendur, har vestri í Canada, beint sum Berlinmúrurin fall.

- Satt at siga minnist eg ikki, eftirsum tað var nógv truplari tá í tíðini at fylgja gongdini í øðrum heimspørtum online, serliga um tú vart staddur á hotellum, í bussum, í flogførum og á flogvallum. Sjónvarp stóð ikki í hvørjum króki, og alnetið var ikki fyri vanlig fólk. Men vit høvdu hóast alt frætt tíðindi úr Europa, at Honecker var frákoyrdur, og vit óraðu, at okkurt fór mestur at henda, fortelur Heri Eysturlíð

- Komin heim aftur til kollegiikamarið í Stockholm hugdi eg at forsíðuni á Dagens Nyheter. Tað gjørdi mann pr. automatikk í teimum døgum, tá ið snildtelefonir enn ikki vóru til. Eitt vanligt ynski hjá flestum okkara mundi vera "Gev okkum í dag okkara dagligu avís". Fyri fyrstu ferð sóu vit myndir av fólki, ið sótu uppi á Berlinmúrinum, høgdu hann í pettir og streymaðu inn og út gjøgnum portrini, uttan at vaktir skutu. Nakað, ið hevði verið fullkomiliga óhugsandi bert fáar dagar frammanundan.

- Eisini gav eg gætur, at fyri fyrstu ferð í mínum unga lívi rapporteraðu tíðindafólkini úr Berlin. Ikki úr Eystur- ella Vesturberlin, sum vanligt var tá, men úr Berlin. Eg ásannaði, at nógv var hent í Europa, meðan vit høvdu verið handan heimshav og sungið, og eg gitti, at heilt nógv mundi fara at broytast í næstum, sigur Heri Eysturlíð.

Í Vikuskiftis Sosialinum hava vit stórt tema um Berlinmúrin. Tá spyrja vit m.a. tríggjar kendar politikarar hendan sama spurningin "Hvar vart tú tá Berlinmúrurin fall?" - og til ber at lesa tað HER, um tú hevur hald til talgildu útgávuna av Sosialinum.

Tit eru vælkomin at viðmerkja, hvar tit vóru, tá Berlinmúrurin fall hin 9. november 1989.