Hvat er hent norsku ríkmanskonuni?

Norska løgreglan stúrir fyri, at talan er um dráp, sum onkur roynir at fjala.

 

Tað var hin 31. oktober í fjør, at tá 68 ára gamla ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr bústaði sínum í Lørenskog í Noregi. Seinasta lívstekin frá henni er ein telefonsamrøða, hon hevði við onkran í familjuni klokkan 09.14 henda morgunin.

Sambært løgregluni var tað eisini um hesa tíðina - ella nakrar minuttir fyrr - at maður hennara, miljarderurin Tom Hagen møtti til arbeiðis á arbeiðsplássi sínum. Tá hann var heima aftur stutt eftir klokkan 13, var konan horvin, og hon hevur verið horvin síðan.

Ikki eitt einasta lívstekin hevur verið til hennara, tó at skjótt eitt ár er liðið, síðan hon sporleyst hvarv. Tá maður hennara kom heim henda dagin, fann hann eitt bræv við kravi um loysigjald á níggju miljónir evrur, og hann skuldi ikki blanda løgregluna upp í málið.

Men, tað gjørdi hann kortini.

Tá Tom Hagen hevði leitað eftir konu síni eina løtu - uttan úrslit - setti hann seg í samband við løgregluna. Í brævinum, sum lá í heiminum, varð nevniliga hótt við, at um løgreglan varð blandað upp í málið, var lívið hjá konu hansara í vanda.

Tíski gingu tað einar 10 vikur, áðrenn løgreglan kunnaði almenningin um hendingina. Alla hesa tíð varð arbeitt í loyndum við at uppklára málið. Men, tá lítið og einki var komið burtur úr 10 vikur eftir hendingina, vendi løgreglan sær til almenneningin.

Onkur sambond vóru við ein sokallaðan mótpart eftir hvørvingina, men sambandið var um pallar, sum truplir eru at samskifta á. Eftir seinasta samband einaferð tíðliga í hesum árinum, hoyrdist einki aftur í fleiri mánaðir - ikki fyrr enn í juli mánaði í ár.

##med2##

Tá vissaði mótparturin Hagen-familjuna um, at Anne-Elisabeth Hagen var á lívi, og um tey betaltu stívliga 10 miljónir norskar krónur, skuldi mótparturin lata familjuna fáa prógv um, at konan framvegis er á lívi.

Maðurin rindaði peningin, men enn eru eingi prógv komin.

Í fleiri mánaðir helt løgreglan, at talan var um rán við fíggjarligum endamáli, men í endanum av juni mánaði broytti løgreglan sítt høvuðsástøði og hevur síðan hildið upp á, at konan er dripin.

Løgreglan heldur ikki, at talan kann vera um rán við fíggjarligum endamáli, tá mótparturin ikki vil geva familjuni lívstekin aftur fyri nógvar miljónir. Hinvegin vil løgreglan ikki útiloka, at talan kann vera um slíkt rán, tó at hetta ikki er høvuðsástøðið í løtuni.

Tað, sum løgreglan í dag stúrir fyri, er, at hendingin onkuvegna kann vera "konstruerað", soleiðis at hetta skal síggja út sum rán av einum menniskja við fíggjarligum endamáli, men at talan helst í veruleikanum er um dráp, sum roynt verður at fjala.

Norska løgreglan hevur áður staðfest spor í heiminum hjá ríkmanshjúnunum.

Nú hevur løgreglan so eisini váttað, at tey hava funnið strips og persónligar ognarlutir í heiminum. Norskir miðlar skriva, at sambært løgregluni bendir alt á, at tey, sum hava viljað ríkmanskonuni ilt, hava lagt á hana í baðirúminum.

Nógv hevur verið gjørt burtur úr at kanna hóttanarbrævið við kravi um loysigjald, og eisini er nógv gjørt burtur úr at kanna málið og skrivaða tekstin í brævinum annars. Løgreglan heldur seg eisini vita, hvar brævpappírið er keypt.

Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, sigur, at brævið framhaldandi er til kanningar, men hann vil einki siga um, hvussu gongur við hesum arbeiði, og hann vil heldur einki siga um, hvørjar metingar løgreglan annars hevur um brævið.

##med3##