Hví hegna fólk inni í Fuglafirði?

– Hvat við at rúma og fevna og hava álit á skúlanum og tí kritiska sansinum, sum skal mennast hjá næmingunum. Hvat er tað, sum er so ræðuligt, at tað ikki má síggjast, hoyrast og upplivast í Fuglafirði?

Soleiðis spyr fyrrverandi løgtingskvinnan Sonja Jógvansdóttir, sum er samkynd og ættað úr Fuglafirði. Í einum uppslag á Facebook finst hon hvassliga at skúlastýrisformanninum í Fuglafirði, sum noktaði verkstovuni BRYD!, sum skuldi vera í Fuglafjarðar skúla 5. november, men sum varð avlýst dagin fyri.

–     Kunning um BRYD! í Listaleypinum sæst her

Sonja Jógvansdóttir skrivar soleiðis á Facebook:

##med2##

»MR GREGERSEN TEAR DOWN THIS WALL

– Harragud eg eri troytt av at vera umrødd av "vælmeinandi" fólki, sum nakað, sum vit mugu verja samfelagið ímóti - í kvøld í degi og viku var tosað um hegn. Kundi hugsað mær at vitað, hvørjum heimi formaðurin í skúlastýrinum í Fuglafirði býr í? Ístaðin fyri at hegna skuldi maðurin kanska sett seg inn í viðurskiftini, og víst eitt sindur av menniskjaligheit (um ikki annað, so bara sum eitt experiment) heldur enn at spjaða mistreysti, og tosa um ein bólk av fólki, sum hegnast má fyri.

Høvdu vit góðtikið hetta, um tosað var soleiðis um jødar, gøtufólk ella litt fólk? Og hvat við teimum næmingum og borgarum, sum eru í Fuglafjarðar skúla, sum formaðurin tosar um at hegna inni ella úti?

Hvat við at rúma og fevna, og hava álit á skúlanum og tí kritiska sansinum, sum skal mennast hjá næmingunum. Hvat er tað, sum er so ræðuligt, at tað ikki má síggjast, hoyrast og upplivast í Fuglafirði?

Grundgevingarnar í kvøld hjá formanninum í skúlastýrinum í FO-530 minti eitt sindur um kjakið um Ginusøgur, tá ið tey, sum brúktu seg mest, ikki høvdu sæð leikin.

Fuglafjørður, sum eg kenni, er betri enn hatta. Men kanska er hetta bara søgan sum endurtekur seg, har fólk í navninum á átrúnaði ella í verju av børnum og ungum bannað ymiskum upplýsandi tilfari. Einaferð skuldu síðurnar í livfrøði, sum handlaðu um nørðing, limast saman. í 1988 bannaði skúlanevndin í Fuglafirði tilfar um hiv og aids, tí tilfarið kundi eggjað til ólevnað, og man læt ein samkyndan mann tosa, sum gjørdi, at fólk tí kundu halda tað var normalt at vera samkyndur... Dømini eru óivað fleiri og nú hetta hegn, sum skúlastýrisformaðurin skal seta upp. Kanska er hann komin í skeiva nevnd - kommunan hevur, um ein hegnstýrisnevnd er í bygdini - ein upplagdan formanskandidat.

Tað er í øllum føri ikki gamalt hiðani eg eri ættað at tosað um at hegna fólk inni ella úti - hetta er ein farin tíð t.d. frá apartheid í Suðurafrika - og farna leygardag hátíðarhildu vit 30 ára dagin fyri at Berlinmúrurin fall. Hetta er óivað farið framvið hjá hegnskúlastýrismanninum!«

##med3##