Hvør endaði við null, Símun Absalonsen?

So var hann aftur her. Grannskoðarin Símun Absalonsen hevur nú skrivað enn eina grein um mítt journalistiska arbeiðið við Skattamálinum hjá Betri Banka.

Yvirskriftin hesa ferð er “Ja hvør flennir nú?”, og er eitt aftursvar til mína grein við yvirskriftini “Hvør flennur, Símun?” Eg skrivaði sum spei, at Símun Absalonsen veit jú alt. Símun Absalonsen svarar aftur, at Jan veit alt. Herfyri skrivaði Astrup, at “Stemmen var Símuns”. Símun Absalonsen svaraði aftur við “Stemmen er Astrups”. Ein fær líkasum kensluna av, at tað er so sum so við hugflognum hjá hesum góða grannskoðaranum.

(Hugskot til Símun Absalonsen um komandi yvirskrift: “Ja, hvør endaði við null, Jan Lamhauge?”.)

 

“Brotið” á kringvarpslógina

Símun Absalonsen sigur seg skriva hesa greinina, tí eg eftirlýsti, at hann lýsti sítt tilknýtið til Skattamálið. Tað ger hann nú. Grannskoðarin vil vera við, at hann átók sær uppgávuna at upplýsa um málið av “reinum fakligum áhuga”, tí at KvF framdi grovt brot á kringvarpslógina í sambandi við málið.

Men hvar hevur Símun Absalonsen hetta frá? Betri Banki kærdi KvF til Fjølmiðlanevndina fyri málið, men Fjølmiðlanevndin metti ikki, at grundarlag var fyri at geva KvF nakra átalu. KvF var harumframt tilnevnt av útlendskum fakfólkum til ein journalistiska virðisløn júst fyri Skattamálið. Hetta var vanligur journalistikkur, soleiðis sum hann verður framleiddur alla aðrastaðni.

Hví blívur Símun Absalonsen so við at skriva, at KvF breyt kringvarpslógina? Einasta kelda til “lógarbrotið” er Símun Absalonsen sjálvur.

 

Óhefti serfrøðingurin

Símun Absalonsen viðgongur, at aftaná at hann byrjaði at skriva um málið, er hann “seinni komin tætt at persónum, ið vóru partar av málinum” og tað “skal ikki vera nøkur loyna”.

Nei, tað eigur ikki at vera ein loyni, at skrivingin hjá Símuni Absalonsen verður gjørd av nevndarformannum í Numo (SA), sum skrivar um stjóran í Numo (SSJ). Men hví hevur mæti fólkaupplýsarin ongantíð upplýst hetta fyrr enn nú, tá hann annars hevur verið so óvanliga raskur at átala onnur, sum “gloyma/goyma” vinklar? Munna allir lesararnir hjá Símuni Absalonsen vita av, at hann skrivar um stjóran á síni egnu fyritøku?

Og er tað rætt at siga, at talan er um persónar, sum Símun Absalonsen “seinni er komin tætt at”? Seinni? Vit tosa um persónar, sum Símun Absalonsen er uppvaksin í grannalagi saman við, hvørs tættasta familja er millum hansara tættastu vinfólk. Og var tað so ikki soleiðis, at tá Símun Absalonsen byrjaði at “upplýsa” alment um málið í februar 2017, lá Numo fram við hjá Betri í kappingini um at gerast grannskoðari hjá samtakinum? “Upplýsingarátakið” kundi tí eins væl tulkast sum ein sjarmuoffensivur móti einum møguligum múgvandi stórkunda og vinartænastur heldur enn “reinur fakligur áhugi”. Var tað eisini ein “gloymdur vinkul”?

 

“Fakliga innlitið” at gera skeivar sjálvuppgávur

Í síni seinastu grein endurtekur Símun Absalonsen, at meiningin hjá teimum, sum dáma mína bók, er grundað “meira á kenslur enn skilvísi og fakligt innlit”. Tað kann vera. Men eg ímyndi mær, at flestu teirra eru tó so mikið væl fyri skattatekniskt, at tey lata bert eina sjálvuppgávu inn fyri hvørt ár.

Eg veit ikki, hví Símun Absalonsen tykist liva í eini verð, har tað er tekin um “fakligt innlit”, at høgt útbúgvin fólk innan roknskap senda myndugleikunum fleiri sjálvuppgávur fyri somu ár, tí mann hevur sjálvuppgivið eina hálva milliard skeivt, soleiðis sum Betri Banki gjørdi.

Alíkavæl roynir Símun Absalonsen framhaldandi at spotta, at Jørn Astrup Hansen heldur seg vita, hvat hendi í málinum (tá Astrup hóast alt var stjóri í bankanum). Hevur Símun Absalosen gloymt, at Betri stóð til at fáa 90 milliónir úr landskassanum, men endaði við at fáa 0 krónur, aftaná at Fíggjarligt Støðufesti blandaði seg í málið? Er tað Astrup ella Absalonsen, sum hevur misskilt okkurt?

 

Loyniligi roknskapurin

Afturvendandi niðurlagið hjá Símun Absalonsen – í hesari og undanfarnum greinum – er, at trupulleikin hjá KvF/mær er, at vit “endaði í lummanum” hjá Astrup, sum jú hevði misskilt málið (tí tað sigur Símun).

Eg havi viðmerkt hetta so ofta, at míni pedagogisku evnir eru skjótt troytt. Men eina ferð afturat fyri Símun Absalonsen: KvF hevði fleiri keldur í Skattamálinum. Bæði í óbandaðum og bandaðum samrøðum. Vit tosaðu við allar høvuðspersónarnar í málinum. Harumframt høvdu vit hópin av skrivligum keldum, har kanska týdningarmiklasta skjalið er roknskapurin hjá bankanum fyri 2010-11.

Góði Símun, les roknskapin og kanna í hvørjum tíðarskeiði tann hálva milliardin var eitt rakstrartap. Kanna, hvussu nógvar eginpening bankin átti, tá hann byrjaði (tá bankin longu hevði mett um virði á goodwill).

Góði Símun, les roknskapin.  Eg gangi út frá, at tú hevur álit á honum, tí roknskapurin er skrivaður av stjóranum á Numo. Har sært tú, at bankin byrjaði við hálvari aðrari milliard í eginpeningi og hevði einki goodwill at bóka.

 

Almenna villeiðingin heldur fram

Sannleikin, sum tíverri blívur alsamt sjónligari, er, at Símun Absalonsen tykist vera handan vanligt vit og skil. Hóast hann moraliserar um, hvussu forkastiligt tað er, hvussu eg manipuleri, himprast hann ikki sjálvur við at endurgeva keldur skeivt og spreiða ymsar illgitingar alment fyri at “karaktermyrða ósek” (sum hann annars sjálvur gevur seg út fyri at vera alt ov góðan til).

Fyri Símun Absalonsen er tað ongin trupulleiki, at Føroya ríkasta samtak, sum sambært sær sjálvum hevði gjørt besta handil í Føroya søgu, ikki blúgvaðist við at fara í landskassan eftir 90 milliónum krónum, sum samtakið sjálvsagt einki átti í.

Hann er eisini fullkomiliga líkasælur við, at samtakið sendi almenninginum skriv, har bankin villeiddi við einari søgu um, at grannskoðarin hjá bankanum var samdur við bankanum.

Símun Absalonsen leggur heldur ikki í, at samtakið sendi TAKS fíggjarstøður, sum vísti hálva milliard skeivt, í mun til tað, sum TAKS spurdi um. Osv. osv.

Tí endamálið hjá Símuni Absalonsen er júst tað mótsatta, sum hann skrivar (fólkaupplýsing). Hann og hinir boðberarnar hjá Betri hava frá byrjan bert havt eitt endamál, og tað er at grugga málið so nógv sum møguligt. Tað nýggjasta nýggja er nú eisini at brúka ein fullkomiliga óviðkomandi dóm í Hægstarætti um Eik Bank Danmark sum prógv uppá, at Astrup hevur misskilt okkurt í Skattamálinum. Villeiðingarnar skula endurtakast upp í saman og upp í saman. Tað skal tigast burtur, at Fíggjarligt Støðufesti, KPMG, SPEKT og SKAT vóru øll samd. Tí blivu 90 milliónir hjá Betri til 0.

 

Fyri fólkaupplýsingina

Til seinast vil eg tó rósa Símun Absalonsen fyri, at hann í síni seinastu grein hevur tikið mín kritikk til sín og ikki skrivar eins langt og undanfarnu greinarnar, og at hann er givin við at skriva um, hvussu látúrlig onnur eru. Tað klæðir nýggju greinini.

Eg vil mæla Símuni Absalonsen til at fylgja hesari slóðini. Kanska enntá fara longur. Skriva upp aftur styttri. Kanska enntá so stutt, at hann einki skrivar. Tað hevði veruliga tænt fólkaupplýsingini.