Hvør flennur, Símun?

Jan Lamhauge. Mynd: Jens Jákup Hansen (Mynd: Jens Jákup Hansen)

Jan Lamhauge. Mynd: Jens Jákup Hansen (Mynd: Jens Jákup Hansen)

Í Dimmalætting 12. juni 2020 hevur løggildi grannskoðarin Símun Absalonsen eitt “skattatekniskt ummæli” av mínari bók, Svik.

Eg veit, at fólk skula hava loyvi at ummæla, sum tey vilja. Tað er í lagi at halda Svik vera vánaliga, men í hesum førinum leggur “ummælarin” meg beinleiðis undir at lúgva, fjala og manipulerað. Tí hesi orð.

Meðan “ummælarin” ongan trupulleika sær í nøkrum, sum Betri gjørdi í Skattamálinum, sær “ummælarin” bara feilir hjá journalistinum: Vinstra hond veit ikki, hvat høgra hond ger, talan er um “manipulatión av óvanliga grovum slag”, og ferðast mítt arbeiði yvir í “tað absurda og láturliga”.

Júst hvussu látúrligt mítt arbeiði er, hevur Símun Absalonsen skrivað fleiri ferðir í fleiri greinum um málið. Løgið nokk, tí eg havi ongantíð hoyrt frá nøkrum, sum hevur verið undirhildin av hansara greinum. Stundum fær ein tvørturímóti kensluna av, at tað er næstan eitt endamál í sær sjálvum at skriva so langt og leiðiligt, at tey flestu missa tráðin (næstan sum tá ávísur banki samskifti við TAKS).

 

Tey vanligu og tey betri

Hetta við at ummæla bøkur skattatekniskt er eitt nýtt uppfinnilsi. Tankin tykist vera, at tá Betri ikki kundi greiða myndugleikunum skattatekniskt fyri, hví bankin skuldi fáa 90 milliónir úr landskassanum, skal “ummælið” greiða almenninginum skattatekniskt fyri tí sama. Vónandi við einum betri úrslitið fyri Betri. Kanska fyri at skapa almenna undirtøku fyri ger-hvat-tú-vilt-í-sjálvuppgávuni-støðuni hjá fútanum.

Undir hesum býr ein gjøgnumgangandi bohttp://umsiting.in.fo/ðskapur í Skattamálinum. Nevniliga, at Svik kann kanska vera ein góð bók fyri vanlig fólk um somu tíð, sum bókin er sera vánalig, tí vanlig fólk hava ikki skil fyri skattateknikki. Tí skula vanlig fólk heldur ikki blanda seg í, hvat bankar velja at sjálvuppgeva, tí tað hava tey ikki skil fyri.

Símun Absalonsen vendur sær til tey (les: teir), sum hava so gott skil fyri skattateknikki, at tey kunna sjálvuppgeva eina hálva milliard skeivt, og vera væl nøgd aftaná. Svik hevur ikki nóg høgt støði fyri slík skilafólk.

 

Óvanligt begávilsi (1)

Símun Abalonsen skrivar tó ikki bara um skattateknikk, men staðfestir eisini, at “grundleggjandi journalistiskar meginreglur vórðu skúgvaðar til viks við bláoygdum og ókritiskum mikrofonhaldaríi”. Símun Absalonsen veit sjálvandi, hvussu grundleggjandi journalistikkur verður gjørdur. Hann veit jú alt.

Símun Absalonsen veit eitt nú alt um, hvat hendi tá Eik Banki var stovnaður. Spurningurin um skattafrádráttin er jú ein spurningur um, hvat hendi 30. september 2010, tá gamli Eik Banki var avhendaður til Fìggjarligt Støðufesti (FS), sum síðan stovnaði ein nýggjan banka. Var hesin bankin stovnaður við rættinum til 90 milliónir úr føroyska landskassanum?

Bestu keldurnar at greiða frá hesum eru Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í FS, Henning Kruse Petersen, formaður í FS í 2010-11, Jørn Astrup Hansen, stjóri í Eik Banka 2010-11, og Odd Bjellvåg, nevndarformaður í gamla Eik Banka í september 2010. Allir hava úttalað seg, og hóast ymisk áhugamál (FS hevði stevnt Bjellvåg) eru teir samdir um, at tapið upp á hálvu milliardina var staðfest í gamla Eik.

Eg havi spurt um tað alment fyrr uttan at fáa svar, og má eg tí spyrja umaftur: Hví heldur Símun Absalonsen seg vita betur enn fakfólkini, sum vóru við í hendingunum, og sum hava munandi drúgvari royndir við lógarverkinum innan fíggjarheimin enn Símun Absalonsen sjálvur?

 

Óvanligt begávilsi (2)

Ein skuldi trúð, at júst Fíggjarligt Støðufesti (FS) visti, hvussu lógin um fíggjarligt støðufesti (Bankapakki 1) riggaði, og hvat FS gjørdi í Føroyum í hesum sambandi. Ein skuldi trúð, at tað vóru rættiliga professionell fólk í FS, sum vistu, hvat tey gjørdu, tá tey skaptu Eik Banka. Tað eru jú væl ikki bara klókir menn til í Klaksvík?

Longu tá bankin var stovnaður, varð mett um, hvørt bankin kundi ognarføra nakað goodwill. Grannskoðarin hjá FS, KPMG, hevði spurt seg fyri hjá SKAT, og har var staðfest, at hálva milliardin var eitt tap í gamla bankanum, sum ikki gav nýggja bankanum rætt til frádrátt fyri goodwill. Hetta var staðfest í roknskapunum fyri 2010-11 hjá bæði FS og nýggja Eik, sum vórðu góðkendir av løggildu grannskoðarunum KPMG og SPEKT.

Enn eina ferð má eg spyrja: Hví heldur Símun Absalonsen seg vita betur enn grannskoðararnir hjá bankanum? Vil hann vera við, at roknskapirnir hjá bæði FS og dóttirfelagnum, Eik, eru skeivir?

 

Begávaður OG moralskur

Tá Símun Absalonen byrjaði at skriva um Skattamálið, var tað, tí at hann mátti ávara móti einum moralskum forfalli. Ikki eitt moralsk forfall, tá múgvandi fólk fáa óheimilaðar pengar úr landskassanum. Ikki eitt moralskt forfall, tá bankar senda TAKS skeivar sjálvuppgávur. Nei, eitt moralskt forfall í fjølmiðlaheiminum.

Í “skattatekniska ummælinum” fylgir Símun Absalonsen somu moralsku slóð. Bókin inniheldur eitt nú uppáhald, sum kunna prógvast at vera beinleiðis skeiv, skrivar “ummælarin”. Hann vil tó ikki fara “út í æsir” við, hvat hetta er, tí tað hevði fylt ov nógv. Hansara “ummælið” er eftir øllum at døma sera hvast ritstjórnað um somu tíð, sum tað er alinlangt og fløkjasligt.

Hetta er als ikki fystu ferð, at løggildi grannskoðarin kemur við grovum ákærum móti øðrum alment - um somu tíð sum hann ákærir onnur fyri at vera ómoralsk, gølukend og ósaklig.

Í desember 2019 skrivaði Símun Absalonsen eina grein, har hann hevði sett ymiskar dagfestingar saman, sum skuldu prógva eina samansvørjing, har einasta orsøkin til, at Fíggjarligt Støðufesti var ímóti, at Betri fekk skattafrádráttin, var, at FS hevði selt sín part av bankanum, og tí var í øðini um at ikki fáa “ein part av køkuni”.

Jørn Astrup Hansen var so mikið skelkaður av skendsku ákærunum, at hann mátti spyrja í einari grein: Mener Absalonsen virkelig, at Finansiel Stabilitet, et selskab ejet af den danske stat, ville have medvirket til at dræne den færøske landskasse for 90 mio. kr. svarende til værdien af et fradrag, som Finansiel Stabilitet anså for uretmæssigt? Ja eller nej.

Símun Absalonsen svaraði ongantíð.

 

Ákæra 1: Týðandi keldutilfar goymt

Mest ítøkiliga ákæran í “ummælinum” hjá Símuni Absalonsen er kanska, at bókin ikki ger nóg nógv burturúr einum uppritið hjá grannskoðaranum Niels W. Sørensen, har hann skrivar, at um so hevði verið, at danska líkningslógin § 7B var galdandi í Føroyum (sum hon ikki er), kundi verið talan um skattafrádrátt.

Eg skal viðganga, at hetta er kanska tað skilabesta, sum Símun Absalonsen hevur skrivað í málinum. Tá eg skrivaði Svik, mundi eg skriva út við túsund síður, har umleið helmingurin bleiv sáldaður frá, tí annars bleiv bókin alt ov drúgv. Partar um uppritið hjá Niels W. Sørensen var millum tað síðsta, sum eg valdi frá (tó so at uppritið verður umrøtt í bókini).

Høvuðsorsøkin til tess var tann, at støðan hjá Niels W. Sørensen hevði onga ávirkan á samskiftið millum Eik Banka og TAKS. Uppritið var latið bankanevndini 27. januar 2016. Meir enn eitt hálvt ár aftaná, at frádrátturin var játtaður frá TAKS (30. juni 2015). Uppritið hevði sostatt onga ávirkan á bankan, tá hann kannaði sær peningin úr landskassanum. Tvørturímóti hevði Súni Schwartz Jacobsen frammanundan sagt við bankanevndina, at hóast skattafrádrátturin kundi vera ivasamur í Danmark, kundi hann vera lógligur í Føroyum, tí rættarstøðan í Danmark var ein onnur enn í Føroyum. Ein donsk paragraff, sum ikki er galdandi í Føroyum, hevur kanska akademiskan áhuga, men hon hevði als ongan týdning fyri, hví bankin samskifti, sum hann gjørdi, við TAKS.

Men nú Símun Absalonsen er so raskur at ákæra onnur fyri at manipulera við keldutilfarið, endurgevur Símun Absalonsen sjálvur ikki uppritið hjá Niels. W. Sørensen serliga fyrimyndarliga. Tí Niels W. Sørensen var als ikki samdur í, hvussu bankin hevði gjørt sínar sjálvuppgávur. Hálva milliardin, sum var staðfest sum eitt tap í gamla Eik, kundi ikki avskrivast sum goodwill í nýggja bankanum. Ein nýggj meting av goodwill skuldi gerast út frá umstøðunum, tá nýggi bankin varð stovnaður. Støðan hjá Niels W. Sørensen lá tí sera tætt at tí, sum SPEKT hevði ført fram fyri bankanum frá byrjan, men sum bankin ikki vildi lurta eftir.

 

Ákæra 2: Hví hevði Eik einki gooodwill á stovningardegnum

Ein onnur ákæra í “ummælinum” hjá Sìmuni Absalonsen er, at bókin greiðir ikki nóg væl frá, hvat goodwill er, og hví Eik Banki einki goodwill hevði á stovningardegnum:

Hetta er óivað størsti kundaskari, sum er avhendaður í føroyskari vinnulívssøgu!! Tá SVIK viðurkennir, at kundaskari hevur virði, hevði tað verið áhugavert hjá lesaranum at sæð SVIK grundgivið sakliga fyri, hví ein so stórur kundaskari umboðar eitt økonomiskt virði uppá NULL. At snúgva sær undan einum so avgerandi forkláringstrupulleika er óreiðiligt, tí spurningurin um kundavirðið er kjarnin í øllum skattamálinum.

Góði Símun, eg vil mæla tær til lesa bókina eina ferð afturat, tí hetta verður viðgjørt í ólukkumát (les serliga formæli, part 3, 4, 5, 6, 11, 14 og 22). Men vit kunna taka tað eina ferð afturat fyri (prins Knud og) Símun Absalonsen.

Í formælinum til Svik stendur: “Dagsvirði – stundum rópt “handilsvirði” (á enskum “fair market value”) - er søluvirði, sum verður staðfest fyri eina ogn eina ávísa tíð á einum væl virkandi marknaði”.

Hetta er eisini galdandi fyri dagsvirði á goodwill. Tú mást kanna um, hvat prísurin er á marknaðinum ein heilt ávísa tíð. Harav orðini dags- og handilsvirði. Hetta var júst høvuðsboðskapurin í “dulda notatinum” hjá Niels W. Sørensen: “Størrelsen af den skattemæssige goodwill skal vurderes konkret. Ítøkiliga støðan á marknaðinum eina ávísa tíð er avgerandi.

Fakta er, at óannsæð hvussu nógv útrópstekn, tú skrivar aftanfyri “størsti kundaskari, sum er avhendaður í føroyskari vinnulívssøgu”, so var ongin áhugi fyri hesum kundaskara 30. september 2010. Pengarnir fossaðu úr gamla Eik, sum stóð við einum beini í grøvini, og sum ongin vildi nerta við einari jarntong. Tí mátti FS sambært skyldunum í lógini um fíggjarligt støðufesti yvirtaka bankan. “Keyparin” av kundaskaranum (FS) gjørdi eina ítøkiliga meting av goodwill, og staðfesti, at har var einki goodwill. Nakrar mánaðir seinni royndi FS at selja bankan, men tá var framvegis ongin áhugi fyri hesum góða kundaskara, og endaði TF Holding tí við at keypa bankan fyri spottprís.

Tí hevði “ein so stórur kundaskari eitt økonomiskt virði uppá NULL”. Tí, Símun. Tí.

 

Kandidatuppgávan yvir øllum

Meðan Símun Absalonsen metur tað sum eina bagatell, hvat SKAT, Fíggjarligt Støðufesti, KPMG og SPEKT mettu um málið, hevur hann eitt annað ess í ermuni. Haldið nú fast!

Tí tað vísur seg, at “minst ein kandidatuppgávu í skattarætti er longu skrivað við danskan handilsháskúla um skattamálið hjá Eik”. Sig so tað! Og tað verður betri enn!

“Ein kandidatur, ið vardi sína høvuðsuppgávu um skattamálið við danskan handilsháskúla, varð beinleiðis spurdur av próvdómarunum, hví Eik Banki ikki fór eftir tí frádrátti, sum próvdómararnir mettu, at bankin hevði rættarkrav uppá”.

Hevur onkur telefonnummarið hjá Henrik Bjerre-Nielsen? Hetta hevur skund. Um próvdómarin hevur sett handan spurningin, má Fíggjarligt Støðufesti hava gjørt ein feil í samband við Bankapakka 1. Case closed.

Flott arbeiði, harra Absalonsen, flott.

 

Erligi og ohefti skattateknikarin

Í øllum sínum greinum ger Símun Absalonsen nógv við at átala, hvussu partískur og óerligur eg eri við at fjala líkt og ólíkt. Men eg haldi, at tað hevði sømt seg, at Símun Absalonsen gjørdi líka nógv burturúr at greiða frá egna sínum tilknýti til málið.

Hvussu ber tað til, at “ummælarin” liggur inni við innanhýsis skjølum hjá Betri Banka? Hvør útflýggjar honum skjølini? Hví kemur hetta ummælið júst nú, sjey mánaðir aftaná útgávuna av Svik? Er tað veruliga neyðugt hjá Símun Absalonsen at gita alment um, hví Eik Banki mundi gera ymiskt (eitt nú, ikki kæra málið)? Hví spyr hann ikki inni á hansara egnu fyritøku, hví viðkomandi gjørdi, sum hann gjørdi?

Vit eru nú við at nærkast einum marki, har hesin góði løggildi grannskoðarin hevur skrivað so nógv um, hvussu láturlig onnur eru, at vandi er fyri, at tá Símun Absalonsen byrjar at hoyra fólk flenna, so er tað ikki, tí at fólk flenna við honum.

Jan Lamhauge. Mynd: Jens Jákup Hansen (Mynd: Jens Jákup Hansen)