Hvør heimapartur verður 0,9 skinn

193 hvalir løgdu beinini í grindini á Sandi í gjár, og tilsamans var talan um 1743 skinn.

 

193 hvalir løgdu beinini í grindini á Sandi seinnapartin í gjár. Finnbogi Midjord, sýslumaður, sigur, at hvalirnir í miðal vóru nakað størri enn vanligt - ella 9,2 skinn hvør hvalur.

- Gestapartarnir vóru tilsmans 184 í tali. Grindin verður síðan býtt til bátarnar, sum tóku lut og til heimapartar í allari Sandoyar sýslu, sum eisini fevnir um Skúvoy og Stóru Dímun.

Sýslumaðurin sigur, at hvør heimapartur er á 0,9 skinn.

Úr Sandoynni verður sagt, at tá grindin gjørdi landgongd, var flóð, og tá tað fjaraði aftur, tók tað sína tíð at flyta grindina av sandinum og yvir í Støð.

- Fleiri bátar vóru við í sleipingini, men hvalirnir lógu tungt í sandinum. Tí tók tað eisini rúma tíð at fáa hvalirnar út á sjógv aftur, so bátarnir kundu taka teir upp á sleip.

Av Sandi verður sagt, at sum kvøldið leið, og myrkur kom á, fór hann eisini at lota meira, og tí vórðu hvalirnir, sum tá vóru eftir, fluttir úti í Støð við bilum.