14 tingfólk vildu hava løgmann frá. 9 vildu verja løgmann, meðan 10 atkvøddu blankt.
Men av tí at tingskipanin krevur, at 17 tingfólk skulu atkvøða fyri einum misáliti, so fall uppskotið hjá Tjóðveldinum og Framsókn um at reisa misálit á Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.
Hóast næstan øll í Fólkaflokkinum atkvøddu blankt, eins og tríggir tingmenn úr Sambandsflokkinum, so hevði tað ongan týdning. At atkøvða blankt í sambandi við eitt misálit er í veruleikanum tað sama sum at atkvøða ímóti.
Soleiðis atkvøddu tey 33 tingfólkini í dag:
Atkvøddu »ja«:
Høgni Hoydal,
Páll á Reynatúgvu
Kristina Háfoss
Bjørt Samuelsen
Sirið Stenberg
Gunvør Balle
Aksel V. Johannesen
Rigmor Dam
Henrik Old
Kristin Michelsen
Eyðugunn Samuelsen
Jákup Mikkelsen
Kári P. Højgaard
Poul Michelsen
Tilsamans 14
Atkvøddu nei:
Alfred Olsen, Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Jóna Mortensen, Rósa Samuelsen, Gerhard Lognberg, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Jógvan á Lakjuni. Tilsamans 9
Atkvøddu blankt:
Bárður Nielsen
Reimund Langgaard
Eivin Jacobsen
Bjarni Djurholm
Hanus Samró
Joen Magnus Rasmussen
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Rodmundur Nielsen
Brandur Sandoy
Janus Rein.
Tilsamans 10