Osmund Justinussen heldur, at tað ber væl til at fiska hýsu á Føroyabanka - uttan, at ganga toskastovninum ov nær.

Hýsan á Føroyabanka doyr av elli

Fiskifrøðin sigur, at tað er fult av hýsu á Føroyabanka, men sum er verður hon ikki fiskað.

 

 

Osmund Justinussen heldur, at tað ber væl til at fiska hýsu á Føroyabanka - uttan, at ganga toskastovninum ov nær.

 

Í eini 2-3 ár hava yvirlitstrolingar, sum Havstovan hevur gjørt, víst, at tað er - sum tey sjálvi taka til - skítfult av hýsu í ymiskum støddum á Føroyabanka. Trupulleikin er bara, hvussu hýsa kann veiðast - uttan, at ov nógvur toskur verður tikin, tí hóast batar eru við toski á Bankanum í løtuni, metir fiskifrøðin tað ikki vera ráðiligt at loyva vinnuligum fiskiskapi á núverandi grundarlagi.

Línuskipið Sandshavið hevur í ár gjørt nakrar royndir á Føroyabanka fyri Havstovuna, og hesar royndir vísa tað sama, at nógv hýsa er á Bankanum. Roynt hevur bæði verið við vanligari línu og flotlínu, tey rópa. Í línuni eru flot, sum skulu syrgja fyri, at línan ikki fiskar við botnin, har roknað verður við, at mesti toskurin er.

Ein royndur línuskipari, Mortan Johannesen, skipari á Kambi, segði við In.fo fyri eini tíð síðan, at teir høvdu roynt onkra setu eftir linjuni til friðaða partin av Bankanum. Her var bæði stór og góð hýsa at fáa, og skiparin helt fyri, at um tann stóra hýsan, sum er á Føroyabanka, ikki verður fiskað - ja, so doyr hon til endans av elli.

Í miðlunum um dagarnar hevur skilamaðurin, Osmund Justinussen, nakrar reglur, har hann eisini nemur við hýsuna á Føroyabanka. Her vísir hann í einum minni broti á tað, sum fiskifrøðingar siga um, at nógv hýsa er á Bankanum.

- Tá so er, kundi ein væntað sær, at tey eisini søgdu, at nú mugu vit skunda okkum at veiða nakað av hýsuni, meðan hon er. Men nei, einki um at fiska, hóast fiskifrøðin skuldi vitað, at hýsumeingið skjótt kann broytast aftur.

Osmund Justinussen vísir á, at tað ber væl til at hava landsynningshornið og tað grunna á Føroyabanka friðað, so ikki ov nógvur toskur verður veiddur sum hjáveiða, og síðan lata upp hin partin av Bankanum - uttan at ganga toskastovninum ov nær, til toskurin hevur ment seg aftur.

- Tá eg sigldi við línubáti í 1960-árunum, var hýsan á Føroyabanka álitið á vetrartíð, og marknaðurin í Grimsby, Hull og Aberdeen gleddi seg til at fáa hesa hýsuna, sigur Osmund Justinussen.

 ##med2##

Osmund Justinussen heldur, at tað ber væl til at fiska hýsu á Føroyabanka - uttan, at ganga toskastovninum ov nær.

Royndirnar hjá Sandshavinum á Føroyabanka vísa, at her er nógv hýsa, men lítið av toski.