Í summar fær Nordbil nýggja elbilin Honda-e við retro-designi

Hyundai Ioniq og Hyundai Kona

Bilasølan Nordbil hevur tveir spennandi Hyundai elbilar í síni vøruskrá, talan er um Hyundai Ioniq Electric og Hyundai Kona Electric, sum hevur navnið eftir býnum Kona á vestursíðuni á Hawaii. Býurin eitur Kailua-Kona, men verður í dagligari talu nevndur Kona.

Hyundai Kona Electric

Hyundai Kona Electric fæst í tveimum útgávum, har munurin er støddin á battarínum og motorinum. Onnur útgávan hevur 39 kWh battarí og el-motor við 136 hk, hesin koyrir upp til 289 km upp á eina løðing. Hin hevur 64 kWh battarí og el-motor við 204 hk og koyrir upp til 395 km upp á eina løðing. Sum standard er Kona Electric sera væl útgjørdur og hevur skipanir, har hann løðir battaríið undir koyring.

##med2##

Hyundai Kona Electric fæst í útgávunum Trend og Premium, sum er sera væl útgjørdur við t.d. navigatión, klimaanleggi, bakkikamera, ferðpilot, regnsensorar, parkeringssensorar aftan og framman, hita í róðrinum og í setrunum aftan og framman.

Bíligasti Hyundai Kona Electric kostar í Tend útgávuni kr. 364.550 við mvg, men tá mvg er afturgoldið er prísurin  kr. 294.550

Hyundai Ioniq Electric

Hyundai Ioniq er ein snøggur bilur, designið er einfalt og smart við tíðarleysum linjum. Hann verður gjørdur sum vanligur hybridbilur, sum plug-in hybrid og sum elbilur. Sum standard er Ioniq Electric sera væl útgjørdur og hevur skipanir, har hann løðir battaríið undir koyring.

##med3##

Ioniq Hybrid fæst í útgávunum Trend og Premium, sum er útgjørdur við t.d. navigatión, klimaanleggi, bakkikamera, ferðpilot, regnsensorar, parkeringssensorar aftan og framman, leðursetur, hita í róðrinum og í setrunum aftan og framman.

Í nýggjastu útgávuni hevur hann 28 kWh battarí, motorurin hevur 136 hk, og bilurin koyrir upp til 311 km upp á eina løðing. Bíligasti Hyundai Ioniq Electric kostar í Tend útgávuni kr. 354.550 við mvg, men tá mvg er afturgoldið er prísurin  kr. 284.550

Báðir bilarnir kunnu síggjast og roynast hjá Nordbil við Oyggjarvegin.

 

 

Í summar fær Nordbil nýggja elbilin Honda-e við retro-designi

Hyundai Kona Electric

Hyundai Ioniq Electric