Í dag er altjóða dagur teirra, ið bera brek

3. desember er ásettur av Sameindu Tjóðum at vera altjóða dagur teirra, ið bera brek. Hendan dagin verður ljós varpað á brekøkið.

MEGD, sum er meginfelag við 24 limafeløgum á brekøkinum, hevur seinasta árið víst á neyðugar batar, ið víst kunnu vera við til at menna brekøkið og gera Føroyar meiri fevnandi og atkomuligar. Hetta tørvar okkum. Og um tú spyrt, um neyðugt er við einum degi, har ljós verður varpað á brekøkið, so er avgjørda svarið: Ja. 

 

Øll vilja vera við

Í ár verður 3. desember hátíðarhildin við tiltaki í Smæruni í Tórshavn kl. 19 undir heitinum „Eitt virkið lív” um luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Her verða menning og endurmenning umrødd.

Evnið hevur týdning, tí í Føroyum er eingin heildarætlan fyri menning og endurmenning. Fólk við varandi sjúkum eru tí ikki tryggjað eina samskipaða heildarætlan fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan-, sálarligan-, sosialan- og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum.

Enn eru avbjóðingar, og tí er neyðugt at varpa ljós á økið.

 

Hví varpa ljós á brekøkið?

Øll ynskja sær ein virknan og mennandi gerandisdag. Hvørt ár uppliva fleiri, at lívið fær eina bráa vend. Alt í einum verður gerandisdagurin fyltur av ókendum avbjóðingum. Onnur hava kent avbjóðingar alt lívið. Hetta ger tó ikki avbjóðingina minni.

Brekøkið er samansett og avbjóðingarnar ymiskar. Yvirskipað skulu tí einfaldari og munadyggari skipanir verða mentar, so tær gerast einfaldari at gjøgnumskoða fyri tey, ið hava einhvønn tørv. Í dag kenna mong tað fløkt at gerast partur av almennu skipanunum, tí tær samstarva sjáldan. Hetta krevur nógva persónliga orku og fakliga vitan hjá teimum, ið ofta longu eru sperd.

Nøkur hava orku og persónligt tilfeingi og megna at sláa ígjøgnum. Tó eru fleiri, ið ikki megna hetta, tó tey hava tørvin.

Felags fyri okkum øll er eitt ynski um at vera partur av einum mennandi gerandisdegi saman við øðrum. Uttan undantak. Skipanir, ið virka, kunnu vera sjálv fyritreytin fyri luttøku í virkna lívinum.

 

Aðrar avbjóðingar

Í dag eru aðrar avgjørdar avbjóðingar á brekøkinum. Tær peika á grundleggjandi rættindi, ið ikki verða veitt borgarum í Føroyum. T.d. er tað sjálvsamt, at fólk, ið bera brek, kunnu velja, hvar tey vilja búgva, og hvørjum tey vilja búgva saman við. Langur bíðilisti er, og fólk, ið bera brek, kunnu vænta at standa á listanum í fleiri ár.

Føroyar tørva lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum. Okkum tørvar at taka stig til at tryggja, at munadygg rættartiltøk verða tøk hjá fólki, ið bera brek, harímillum møguleiki fyri at kæra um mismun.

Eingin lóg verjir fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er. Neyðugt er at arbeiða í friðartíð og gera avtalur, ið tryggja, at hetta ikki aftur kemur fyri.

Øll børn og ung við avbjóðingum eiga at fáa eitt samskipað heildartilboð við dygdargóðum samstarvi millum avvarðandi myndugleikarnar á ymisku økjunum, sostatt at hjálp og stuðul gerast samanhangandi og munadygg. Hetta kann verða veitt við góðu tilgongdini.

Okkum tørvar viðurkenning av menningini og stuðlinum av alternativum samskiftishættum, ið tøkir eru hjá teimum, ið bera vitborin og sálarlig brek. Í dag er eingin skipað ætlan fyri menning og stuðli av víðkaðum og øðrvísi samskiftishættum í Føroyum.

Føroyar skulu viðurkenna rættin hjá deyvum og hoyriveikum at fáa undirvísing og at samskifta á teknmáli og harvið at stuðla nýtsluni av føroyskum teknmáli á øllum økjum í lívinum hjá deyvum við tí endamáli at tryggja luttøku teirra í arbeiði, útbúgving og mentanarlívi.

 

Føroyar fyri øll

Lætt er ikki at peika á einstøk mál, ið veruliga kundu sett ferð á menningina av brekøkinum, men tó.

Grein 33 í ST-sáttmálanum ásetir, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Fyri at fremja hesa áseting, skal m.a. skipast fyri einum óheftum eftirliti. Føroyar hava í dag einki óheft eftirlit.

Føroyar hava onga brekpolitiska virkisætlan. Arbeiðið at orða eina brekpolitiska virkisætlan, ið fevnir um øll rættindi og týðandi øki, skal raðfestast høgt.

Føroyar savna í dag ikki hóskandi upplýsingar, hagtals- og granskingartilfar, sum ger okkum før fyri at orða og seta í gildi reglur, ið seta ST-sáttmálan í verk.

Við óheftum eftirliti við ST-sáttmálanum, einari greiðari brekpolitiskari virkisætlan og nøktandi hagtølum kunnu batarnir á brekøkinum gerast meira miðvísir. 

Í felag kunnu vit gera batar, sum veruliga muna. Við hesum verður øllum føroyingum ynskt ein góðan altjóða dag teirra, ið bera brek, og ver vælkomin í Smæruna í kvøld kl. 19, har tú eisini kanst ogna tær nýggjasta MEGD blaðið um endurmenning.

 

Tóra við Keldu,

forkvinna í MEGD