Í dag er ársdagur fyri skrædl Sjóvinnubankans

6. oktober í 1992 var ein dapur dagur í Føroya søgu. Tá var sjón fyri søgn, at kreppan var álvari, at nú stóð sera illa til.

Hendan dagin fór Sjóvinnubankin av knóranum, plaga vit at siga. Men hann fór í veruleikanum ikki á húsagang, tí at landsstýrið og danska stjórnin bjargaðu bankanum. Tjóðbankin útvegaði hálva milliard krónur, sum danska stjórnin veitti trygd fyri. Men tað var ikki uttan treytir fyri landsstýrið – treytir, sum merktu støðuna millum Føroyar og Danmark í nógv ár – og sum góvu Tjóðveldisflokkinum vind í seglini soleiðis, at hann vann valið í 1998 og kundi skipa fullveldissamgonguna saman við Fólkaflokkinum.

Sosialurin 7. oktober í 1992, sum kom á gøtuna dagin fyri, seinnapartin 6. oktober, skrivaði sum vera man nógv um málið, sum kom sum ein bumba – bæði fyri fjølmiðlarnar og ikki minst fyri Føroya fólk. Bara heilt fá fólk, bankastjórar, løgmaður og landsstýrisfólk vistu um málið, áðrenn tað kom fram hendan týsmorgunin.

TRÝST HER fyri at síggja Sosialin hendan dagin