Í dag er Kristi himmalsferðardagur

Hetta er dagurin, tá Jesus fór til himmals

Í dag er Kristi himmalsferðardagur, sum er dagurin, tá Jesus sambært Bíbliuni fór til himmals, 40 dagar aftaná hann reis upp.

Kristi himmalsferðardagur er tí altíð 40 dagar aftaná páskadag - og 10 dagar áðrenn Hvítusunnudag. Tí er tað ymiskt hvørt ár, nær dagurin verður hildin.

Bíblian fortelur, at Jesus fór úr Jerusalem saman við lærusveinum sínum, og hann bleiv so lyftur upp í himmalin og hvarv, meðan lærusveinarnir hugdu at.

Har eru ikki ordiliga nakrar ávísar siðvenjur knýttar at hesum heiligdegi, eins og tað er við øðrum heiligdøgum og høgtíðum. Tó so er Kristi himmalsferðardagur almennur frídagur í Føroyum og í nógvum øðrum londum í vesturheiminum.