Í dag eru Føroyar nógv ruddiligari enn ígjár

Tey, sum ruddaðu kring landið í gjár, hava serliga tvær áheitanir á fólk

Savnsmynd

Savnsmynd

– Vit vænta, at tá ið alt er talt saman, hava vit fingið fatur á umleið 22 tonsum av ruski og burturkasti.

Tað sigur Ása Jóhanna Pólsdóttir, sum var høvuðssamskipari á landsumfatandi ruddingardegnum í gjár.

Í gjár var eitt slag av altjóða ruddingardegi, har fólk úr nógvum londum gingu runt og ruddaðu rusk og burturkast upp úr náttúruni.

Eisini í Føroyum gingu fólk runt og ruddaðu ymsastaðni kring landið.

Alt burturkastið verður vigað og Ása Jóhanna Pólsdóttir sigur, at í gjárkvøldið høvdu tey vigað 17 tons av burturkasti, sum var tikið upp úr náttúrun kring landið.

Men hon sigur, at tá er burturkastið, sum er tikið upp í Havn, og onkra aðrastaðni, ikki talt við, so tað verður ikki fyrr enn mánadagin at vita vita akkurát, hvussu stór úrtøkan er.

Men hon væntar at tað fer at liggja um 22 tons og tað er áleið tað sama sum tey tóku upp á ruddingardegnum fyri einum ári síðani.

Hon sigur, at tilsamans hava væl yvir 1.000 fólk verið við í tiltakinum, og tað er heldur lakari enn í fjør.

Tey kalla hetta tiltakið »Rudda Føroyar«, og har kundu fólk beinleiðis melda seg til at vera við, og tað høvdu eini 500 fólk gjørt.

Men so vóru tað eisini onnur, sum fóru at rudda av sínum eintingum, bæði einstaklingar, arbeiðspláss, skúlar og onnur - men í fjør vóru fleiri fyritøkur við enn tað vóru í ár.

Ása Jóhanna Pólsdóttir sigur, at tað er alt slag av burturkasti, tey fáa fatur á. Talan er um nógv plast og annað. Men tey fáa eisini fatur á nógvum burturkasti frá ídnaði, eitt nú spreingitráði og stórum tali.

Men hon sigur, at eitt, sum er ein stórur trupulleiki og tað eru sigarettstubbar, sum fólk tveita frá sær.

– Vit hava hentað eitt ótal av sigarettstubbum upp, sigur samskiparin. Hon sigur, at fólk halda kanska kanska, at ein sigarettstubbi er so lítil, at tað ger ongan mun at tveita hann frá sær. Men í roynd og veru ger tað stóran mun, tí tað er nógv mikroplast í munnstykkinum og mikroplast elvir til stóran skaða í náttúruni.

Tí heitir hon á roykjarar, um ikki at tveita stubbarnar frá sær, men at hava eitt lítið ílat við sær at koyra teir í.

Eitt annað, tey leggja merki til, er, at summastaðni tveita fólk eisini størri lutir frá sær í náttúruni, heldur enn at lata tey inn á støðirnar hjá IRF, ella á brennistøðina í Havn.

Talan er ofta um tey gomlu ruskplássini, sum vóru runt umkring og sum langt síðani eru niðurløgd - men sum fólk kortini brúka enn.

Eitt av hesum plássum er Langaregn uppi á Oyggjarvegnum, beint við grótbrotið í Hundsarabotni, men talan er eisini um onnur pláss.

– Har funnu ruddingarfólkini bæði gamlar vaskimaskinur, skutarar, og annað, sigur Ása Jóhanna Pólsdóttir.

– Tí fara vit at heita á fólk um at halda upp at at brúka tey gomlu ruskplássini, tí IRF og brennistøðin í Havn taka ímóti øllum slíkum - men eisini tí at tað kemur illa við hjá bóndanum, sigur hon.

Savnsmynd