Anna hjá Nigga á Vaglinum í dag. Ingi Sørensen, systirsonur hennara, tók myndina

Í dag fyllir Anna hjá Nigga 75 ár

Øll sum sum hava sína gongd í miðbýnum í Havn kenna Annu Joensen, eisini nevnd Anna hjá Nigga. Hon sæst hvønn dag í havnargøtum í elektriska koyristóli sínum, sum hevur verið henna flutningsfar nú í fjórðings øld.

Anna hjá Nigga á Vaglinum í dag. Ingi Sørensen, systirsonur hennara, tók myndina

Anna er dóttir Tóru og Nigga undir Kletti í Havn. Hon úr Kollafirði og hann úr Havn, undir Kletti, sum eru húsini aftan fyri Nólsoyarstovu í Gongini í Havn.

Anna vaks upp í gomlu Havnini saman við systkjunum Olevinu, Finnbjørg og Andreas. Systrarnar eru báðar farnar, men Andreas býr í Danmark.

Sum 14 ára gomul misti Anna mammu sína, sum doyði brádliga av heilabløðing. Hon var ógvuliga góð við mammu sína, so hetta gjørdist ein álvasamur skelkur í lívi hennara.

Tey, ið eldri eru, minnast uttan iva Annu úr Sjónleikarhúsinum.

– Hon átti Sjónleikarhúsið, sigur Birna Jacobsen, vinkona hennara. Tú skuldi sæð, hvussu hon og Rólant svingaðu og rockaðu har. Tað vóru dagar!

Annu dámdi eisini væl ítrótt, og hon var góður málmaður hjá Neistanum.

Anna arbeiddi á Meiarínum í Havn, har hon seldi mjólk við diskin. Birna greiðir frá, at Anna kendi øll og visti um øll. Og tá mjólkin varð skamtað, og hvørt húski bara kundi fáa ein litur av mjólk, so visti hon, hvar tað vóru nógv børn í húsinum, og so gav hon teimum eitt sindur eyka av mjólk.

– Soleiðis var Anna, so hjartagóð og fitt.

Hon var eisini nógv á Kondittarínum – og tá eingin mjólk var komin, so skrivaði hon ein seðil á hurðina, at »mjólkin kemur klokkan eitt«, og so fór hon niðan á Kondittaríið.

Seinni fór Anna niður til Danmarkar at læra til sjúkrahjálpara í De Gamles By. Hon kom heimaftur í 1967 og fór á hospitalið at arbeiða.

Birna fortelur, at juli mánaði í 1969 fór tey nøkur vinfólk ein til London, tey vóru Anna, Birna Jacobsen, Eivind í Gongini, Elin Mourtisen, Rólant Samuelsen. Tá var tað, at Anna søkti sær arbeiði á einum sjúkrahúsi, St. Josephs Hospital sum sjúkrahjálpari, og har var hon í eitt heilt ár. Har dámdi henni væl at vera, sjálvt um hon als ikki dugdi málið.

Hon flutti seinni til Danmarkar. Har hevði hon fingið arbeiði á Sankt Elisabeth Hospital, og har arbeiddi hon líka til hon gjørdist sjúk. Har var hon ógvuliga væl lýdd av øllum.

Birna greiðir frá, at tá hon gekk á Amagerbrogade saman við Annu, so kendu øll hana.

– Fóru vit inn í ein handil, so var ein stjóri, har hon hevði passað mammuna. Og so var guldsmeden, sum hon eisini hevði passað. Hon kendi so nógv fólk, sigur Birna.

Men tann 4. desember í 1994 rakti lagnan Annu. Hon fekk eina heilabløðing og gjørdist lamin, 49 ára gomul.

Eftir drúgva sjúkralegu og eftir at hava búð á ymsum heimum í Danmark, flutti hon heim til Føroya.

Var Anna kend í Havnini í 60’unum, so er hon eisini kend í havnargøtum í dag. Tí hvønn dag er hon úti. Og hon fer hvønn dag oman í Gongina, har hon stendur aftan fyri Sjóvinnubankan og framman fyri barnaheimið og roykir eina sigarett og nýtir løtuna.

Í nógv ár hevur Anna búð í gomlu lærarahúsunum í Konradsbrekku ella Grím Kambansgøtu. Men í løtuni býr hon í Lon, tí hon fær ikki verið í húsunum, tí støðan er versnað soleiðis, at hon eisini má brúka koyristól inni.

– Anna bíðar bara til hon sleppur heim, hon kallar húsini í Grím Kambansgøtu sítt heim, sigur Birna.

Anna følir eisini nakað serligt fyri lærarahúsunum, tí elsta systir hennara, Olevina, giftist inn har við Torkil Sørensen, sum var sonur Zacharias Sørensen, skúlastjóra, sum búði har – og har er Ingi Sørensen, systirsonurin, sum eisini hevur tikið myndina omanfyri, føddur.

Vit ynskja Annu hjartaliga tillukku við 75 ára degnum!

##med2##

Anna hjá Nigga á Vaglinum í dag. Ingi Sørensen, systirsonur hennara, tók myndina