Í dag kemur nýggj politisk samtíðarskaldsøga út

Bjørk Maria Kunoy gevur sína fyrstu skaldsøgu út - heitið er “Vit, Føroya fólk”

Bjørk Maria Kunoy við nýggju bókini "Vit, Føroya fólk" (Mynd: Føroyaprent)

Bjørk Maria Kunoy við nýggju bókini "Vit, Føroya fólk" (Mynd: Føroyaprent)

Í dag verður bókaframløga í H.N. Jacobsens bókhandli í sambandi við at Bjørk Maria Kunoy gevur nýggja skaldsøgu út. Talan er um eina politiska samtíðarskaldsøgu, sum hevur heitið "Vit, Føroya fólk". Hetta er fyrsta bókin hjá Bjørk Mariu Kunoy, sum er útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannhavn. 

“Vit, Føroya fólk” lýsir eitt uppspunnið samtíðarlíknandi føroyskt samfelag, har ein sentrum-høgrasamgonga hevur til endamáls at samtykkja eina føroyska grundlóg. Skaldsøgan fylgir seks høvuðspersónum, sum í hvør sínum lag hava ein týðandi leiklut í politiska spunaspælinum.  

Um bókina

Samgongan við Magnusi Tindholm á odda hevur lagt uppskot fram fyri løgtingið um Føroya grundlóg. Undirtøkan er slakari enn væntað, men hetta forðar ikki donsku forsætisráðfrúuni, Lone Schrøter, at seta hart ímóti hørðum, tí uppskotið hevur til endamáls at staðfesta við lóg, at Føroya løgting hevur evsta avgerðarrættin í Føroyum.

Um sama mundið leggja norskir myndugleikar hald á skipini hjá størsta føroyska reiðarínum, og uttanríkispolitiskt stríð stendst millum londini. Málsøkið er danskt, og landsstýriskvinnan í fiskivinnumálum, Lena Thorsteinsdóttir, heitir á danska uttanríkisráðið um at stuðla sær í málinum, men tá gerst greitt, at danska stjórnin raðfestir egin áhugamál framum.

Teir fýra samgonguflokkarnir, Sentrum, Høgri, Víðsjón og Áræðisflokkurin, ferðast á eggini av ríkisfelagsskapinum í einari roynd at fremja føroysk seráhugamál, men vanligi føroyingurin er uttanveltaður, og tvíningar innanhýsis í flokkunum hótta staðiliga grundarlagið undir einari fólkaatkvøðu um Føroya grundlóg.

Bjørk Maria Kunoy við nýggju bókini "Vit, Føroya fólk" (Mynd: Føroyaprent)