Útgávutiltak hjá nýggjum bólki

Í dag kemur nýggj føroysk fløga á marknaðin, og í tí sambandi verður boðið til vælkomu í TUTL.

 

 

Ungi føroyski rokkbólkurin Figment Dwells hevur verið í upptøkuhøli og spælt sína fyrstu fløgu inn. Fløgan ber heitið ”Scopperloit” og kemur út í dag, 23. mars. Í tí sambandi bjóðar TUTL til útgávutiltak í handlinum á gongugøtuni í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 16.30.

 

 

Nýggja fløgan fevnir um ellivu løg, harímillum stakfløgurnar ”Goodnight Christopher” og ”Norml lil boi,” ið komu út í seinru helvt av 2015. Limirnir kalla bólkin fyri ein 'alternativ jogurt rokkbólk'. Bólkurin framførdi sína fyrstu konsert á vári í 2015 á árligu Sement tónleikakappingina og hevur síðani tá spælt konsertir kring landið. Sjúrður Samuelsen hevur framleitt fløguna.

 

 

Síggj videolagið til "Goodnight Christopher" her og les meir um bólkin her.

 

 

Journalisturin hevur skrivað tíðindastubban út frá tíðindaskrivi frá TUTL.