Í Eysturoy eru skattakrónurnar 22 milliónir fleiri

Í flestu kommunum í Eysturoy er lutfalsligi vøksturin størri enn miðal fyri alt landið

Í øllum kommunum í Eysturoy vóru skattainntøkurnar fyrra hálvár í ár lutfalsliga væl hægri, enn tær vóru tað í fjør.

Tilsaman vóru skattainntøkurnar í teimum sjey kommununm meiri enn 22 milliónir krónur fleiri fyrra hálvár í ár, enn tær vóru sama tíðarskeið í fjør.

Í Sunda kommunu, sum fevnir um bygdir bæði í Eysturoy og Streymoy, var lutfalsligi vøksturin 14,19% ella 4,59 milliónir krónur. Skattainntøkan fyrra hálvár í ár var 36,92 milliónir krónur.

Í Eiðis kommunu var lutfalsligi vøksturin 11,98%. Tað runnu 1,35 milliónir fleiri í kommunukassan á Eiði fyrra hálvár í ár enn sama tíðarskeið í fjør. Fyrra hálvár í ár var kommunuskatturin í Eiðis kommunu 12,59 milliónir krónur.

Í Nes kommunu var lutfalsligi vøksturin í skattainntøkuni fyrra hálvár í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør 11,44%. Meirinntøkan var 2,58 milliónir krónur. Skattainntøkan fyrra hálvár í ár var 25,18 milliónir krónur.

Í Sjóvar kommunu var lutfalsligi vøksturin í skattainntøkuni 10,96%. Meirinntøkan var 1,98 milliónir krónur. Samlaða skattainntøkan í Sjóvar kommunu var fyrra hálvár 20,01 milliónir krónur.

Í Runavíkar kommunu var lutfalsligi vøksturin 9,75%. Meirinntøkan var 7,36 milliónir krónur. Skattainntøkan í Runavíkar kommunu var fyrra hálvár 82,76 milliónir krónur.

Í Eysturkommunu var lutfalsligi vøksturin 7,56%. Meirinntøkan var 3,02 milliónir krónur. Samlaða skattainntøkan í Eysturkommunu var fyrra hálvár 42,91 milliónir krónur.

Í Fuglafjarðar kommunu var lutfalsligi vøksturin í skattainntøkuni fyrra hálvár 6,02%. Meirinntøkan var 1,94 milliónir krónur. Skattainntøkan í Fuglafjarðar kommunu var fyrra hálvár 34,11 milliónir krónur.

Lutfalsligi miðal vøksturin í skattainntøkunum fyri allar kommunurnar í landinum í fyrra hálvári sammett við sama tíðarskeið í fjør var 8,03 prosent.