Klaksvíkingar mugu tola at koyra 18 minuttir til arbeiðis

Ketan hjá Johan Dahl leypir av, tá ið hann hoyrir løgtingsfólk úr Klaksvík

Tað er for galið, at klaksvíkingar ikki kunnu koyra 18 minuttir til arbeiðis.

 

Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Hart orðaskiftið tók seg upp í Løgtinginum nú ein dagin ímillum hann og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu, um ætlanina hjá Bakkafrost at miðsavna alla framleiðsluna á virkinum á Glyvrum.

 

Løgtingskvinnan úr Klaksvík reisti spurningin um ikki politikarar eiga at seta sum treyt, at vinnuvirki skulu skapa virksemi har, sum virksemið verður skapt.

 

Hon vísir á, at ein stórur partur av grundarlagnum undir Bakkafrost verður skapt í Norðoyggjum og tí spyr hon um tað ikki er rímiligt at krevja, at Bakkafrost eisini leggur tann partin av virkseminum ú Norðoyggjum, sum alingin í Norðoyggjum kastar av sær.

 

Johan Dahl heldur, at tað tankavekjandi, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsfóttir, sum skal eitast at umboða ein frælslyntan vinnulívsflokk, skal tala fyri at stýra vinnulívinum í meiri ella minni smálutir.

 

Hann vísti eisini á, at tað eru ikki norðoyingar, sum eiga aliøkini í Føroyum, men allir føroyingar.

 

Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at Norðoyingar hava fingið undirsjóvartunnil og at hann er gjørdur til at brúka.

 

Tí leypir ketan hjá honum fullkomiliga av, um so er, at Klaksvíkingar ikki kunnu koyra 18 minuttir inn á Glyvrar at arbeiða á Bakkafrost.

Tey fáa somuleiðis ferðastuðul umvegis skattin fyri at koyra til arbeiðis.

 

Nú hava norðoyingar fingið undirsjóvartunnil fyri fleiri hundrað milliónir, so tað er púra skeivt at halda fast um allar gamlar skipanir sum um at einki var hent.

 

Klaksvíkingar kunnu koyra á Glyvrar at arbeiða og so rinda teir skatt í Klaksvík, sigur Johan Dahl, sum her er avmyndaður á fólkafundi í Klaksvík seinasta vikuskiftið.