Í hagan uttan at gjalda

Løgreglan varð í gjár kallað út í Vágunum, tí at ferðafólk vóru endað í einum haga, har tey ikki høvdu loyvi at vera.

Løgreglustøðin sigur, at bóndin ringdi til løgregluna um ferðafólkini, ið vóru komin við kajakk upp á turt við Dragasund yviri av Bø. Onnur ferðafólk vóru eisini farin í hagan har, men tey høvdu spurt um loyvi frá bóndanum frammanundan, og tað høvdu tey fingið.

Løgreglan fann tó ongantíð ferðafólkini, men vóru tey funnin, skuldu tey goldið bót.

Av tí at tey eru ferðafólk, so skuldi bótin vera goldin umgangandi, sigur vakthavandi.

Sum skilst er gjald lagt á hagan har vesturi, so talan er um mista inntøku hjá bóndanum, tá fólk koma við kajakk uttan at gjalda. Bóndan kann tí biðja løgregluna um at fáa fatur á fólkunum.