"Í hoyna" er evnið á ársins postgjaldsmerkjum

Nú hoygging upp á gamla mátan mangar staðir er farin í søguna, eru tað tó mong, sum minnast slóttumann standa á grønum vølli sveipandi við líggja, har titandi smáfuglar pikka smáverur úr bera nýslidna vøllinum, áðrenn nývaknaðar hoyggingargentur fóru at breiða døggvátu líggjaskógvarnar um teig til turkingar, meðan tær droymdu um kærleika og kæti. - Soleiðis kundi ein terradagur ganga, til avsett var.

"Í hoyna" er evnið á ársins postgjaldsmerkjum, skrivar Posta í tíðindaskrivi. Suffía Nón hevur sniðgivið.