Í Hvannasunds kommunu er vøksturin stórur

Í trimum av fimm kommunum í Norðoyggjum var lutfalsligi vøksturin í skattainntøkunum fyrra hálvár størri enn í miðal fyri alt landið

Tað er bara í einari kommunu í øllum landinum, at lutfalsligi vøksturin í skattainntøkum fyrra hálvár var størri enn í Hvannasunds kommunu.

Á Sandi var vøksturin størstur av øllum – 19,2%. Í Hvannasunds kommunu var lutfalsligi vøksturin 17,63%. Miðal vøksturin fyri allar kommunurnar var 8,03%.

Skattainntøkan í Hvannasunds kommunu var fyrra hálvár 7,74 milliónir krónur. Meirinntøkan sammett við sama tíðarskeið í fjør var 1,16 milliónir krónur.

Í Kunoy var lutfalsligi vøksturin 10,02% ella 253 túsund krónur.

Í Klaksvík var meirinntøkan 8,1 milliónir krónur ella 8,29%. Skattainntøkan í Klaksvík var fyrra hálvár 105,7 milliónir krónur.

Í Fugloyar kommunu var lutfalsligi vøksturin 5,26% ella 51 túsund krónur. Skattainntøkan fyrra hálvár var 1,0 milliónir krónur.

Í Viðareiðis kommunu var lutfalsligi vøksturin 4,93%. Skattainntøkan var 7,7 milliónir, og meirinntøkan var 363 túsund krónur.