Í juni skulu minst 70 prosent av okkum verða koppsett

Uppskot er lagt fyri Løgtingið um at føroyskir myndugleikar skulu sjálvir keypa koppingarevni fyri at fáa ferð á

 

 

Føroyingar skulu sjálvir keypa ta koppingarevni vit hava brúk fyri, tí gera vit tað, ber til at fáa meiri ferð á koppsetingina. Tað halda teir báðir løgtingslimirnir fyr Framsókn, Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen.

Tí hava tey bæði nú lagt uppskot fyri Løgtingoð um at játta landsapotekaranum níggju milliónir krónur, so at hann kann fara undir samráðingar við tey, sum gera koppingarevni, um at keypa nokk av skamtum til at minst 70 prosent av føroyingum kunnu verða koppsettir, áðrenn juni mánaði er farin.

Tey staðfesta, at sum støðan er nú, eru tað danskir myndugleikar, sum útvega koppingarevni, sum verður brúkt í Føroyum. Í hesum sambandi fáa føroyingar umleið eitt prosent av tí koppingarevni, Danmark keypur - og tað er danska stjórnin sum rindar fyri tað.

Tey bæði vísa á, at vísindaleiðarin í WHO metir, at koppseta vit 60 – 70 prosent av fólkinum, er tað nokk til at beina fyri koronu, tí so fær smittan ikki breitt seg.

Nýggjastu metingarnar eru, at seinast í juni mánað røkka  vit tí málinum, men fortreytin er at veitingin av koppingarevni úr Danmark, er støðug. Sum støðan er í dag, verða umleið túsund føroyingar koppsettir um vikuna, og við hesi gongdini fer tað at taka ímillum 30 og 40 vikur, áðrenn 70 proent av føroyingum eru koppsettir. Sostatt fáa vit ikki koppsett nokk av fólki fyrr enn eina ferð seint í heyst – í fyrsta lagi, siga tey.

Tey staðfesta, at tað hevur ógvusligar avleiðingar fyri samfelagsbúskapin, sum heild, at virksemið er so nógv skert. Her hugsa tey bæði um vinnulívið, trivnaðin, sosialu vælferðina, og fólkaheilsuna og sálarheilsuna hjá fólki.

Føroyar hava eitt sjálvstøðugt apoteksverk og føroyska heilsuverkið hevur sostatt heimild til sjálvt at keypa koppingarevni. Fyri at stytta um tíðina, til nóg nógv fólk eru koppsett, eiga landsapotekarin, og aðrir avvarðandi partar, at fáa eina avtalu við tey, sum gera koppingarevni um at vit keypa nokk av koppingarevni til at koppseta í minsta lagi 70 prosent av føroyingum, halda tingfólkini fyri Framsókn.

Tey halda, at tað fer at fáa positiva ávirkan á landskassan at vit fáa koppsett nokk av fólki fleiri mánaðir fyrr enn væntað, tí so fáa vit samfelagið upp í ferð aftur, uttan at noyðast at seta tiltøk í verk við jøvnum millumbilum.

Skulu vit koppseta nokk av føroyingum til at beina fyri smittuni, skulu vit keypa fyri minst níggju milliónir í koppingarevnum, siga tey.

 – Tað er Føroya Landsstýri, sum hevur av at verja Føroya fólki, siga tey bæði tingfólkini fyri Framsókn.